Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi sigur, at tey høvdu ein sera góðan fund við nýggja landsstýrismannin, har hann fekk innlit í allar tær uppgávur og øki, sum Jarðfeingi fevnir um. Her ma. kolvetnismál og orkumál.
Uppskot til 3. útbjóðing kemur til 1. viðgerð á tingi 2. Apríl. Henda viðgerð var eisini undir seinastu samgongu, men av tí at løgmaður skrivaði út val í ótíð, datt hetta uppskotið
av borðinum. Tí er neyðugt við nýggjari viðgerð á tingi.









