Oljuleiting við Føroyar á oljuráðstevnu í London

-Tað er eitt gott høvi at hitta starvsfelagar og at kunna marknaðarføra føroyska landgrunnin sigur landsstýrismaðurin í oljumálum, sum er boðin at luttaka á stórari oljuráðstevnu í London í mars

Ráðstevna
Jan Müller
jan@sosialurin.fo

-Hvussu kann heimurin nøkta støðugt vaksandi eftirspurningin eftir olju og gass, og hvønn týdning kunnu lítið kannað og jomfrúulig øki fáa fyri henda eftirspurning í framtíðini?

Hetta eru nakrir av spurningunum, sum verða viðgjørdir á eini stórari oljuráðstevnu í London í døgunum frá 22. til 24. mars 2006. Ráðstevnan ber heitið: "Conquering New Frontier Oil & Gas Exploration".

Stigtakararnir til ráðstevnuna meta Føroyar og framtíðar leiting við Føroyar verða so mikið áhugaverd í hesum sambandi, at teir hava boðið Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í oljumálum at vera við og halda fyrilestur um oljuleitingina á føroyska landgrunninum. -Hetta ljóðar sum ein sera áhugaverd og viðkomandi ráðstevna, so eg havi tikið av tilboðnum sigur Bjarni Djurholm við Sosialin. Hann metir sjálvur, at tað kann hava stóran týdning fyri áhugan at leita eftir olju og gassi á landgrunninum, at umboð fyri føroyska oljuumhvørvið eru sjónlig og gera vart við seg á slíkum ráðstevnum, har bæði politikarar, ráðharrar og leiðandi oljufólk úr nógvum londum hittast.

Millum luttakararnar á ráðstevnuni eru eisini nýggi norski oljumálaráðharrin, Odd Roger Enoksen og fyrrverandi svenski forsætisráðharrin Carl Bildt. So her verður høvi hjá Bjarna Djurholm at hitta sín norska starvsfelaga fyri fyrstu ferð og harvið eisini kunna byggja brýr millum londini á oljuøkinum.

Bjarni Djurholm sigur, at tað hevur stóran týdning fyri seg, nú hann bert hevur umsitið oljumál í minni enn tvey ár, at kunna tosa við eitt nú nýggja norska starvsfelagan. -Noreg og Føroyar hava kanska meira enn onnur av okkara grannalondum felags áhugamál í royndunum at leita eftir olju og gassi á landgrunnunum báðum. Vit hava felags mentanarligar røtur, vit hava eisini traditión fyri at samstarva á vinnuøkinum. Áhugavert er her at merkja sær, at stóra norska oljufelagið Statoil er eitt av undangongufeløgunum í leitanini á landgrunninum.

Bjarni Djurholm heldur eisini ta sannroynd vera áhugaverda, at Føroyar og Noreg hava felags undirgrundarmark. Tað er t.d. ikki óhugsandi, at øki, sum liggja við markið millum londini, ein dag í framtíðini kunnu vera partur av leitingini og samvinnuni. Sjálvur hevur landsstýrismaðurin eisini stórar vónir til boringina á landgrunninum komandi summar, sum Statoil eftir øllum at døma fer at standa á odda fyri.

Ì innbjóðingini til ráðstevnuna í London komandi ár verður víst á, at ein "era" - eitt tíðarskeið - við risastórum oljufundum er av. Fyri at kunna møta tí skjóttvaksandi eftirspurninginum eftir kolvetnum verður tað neyðugt at leita eftir smærri oljugoymslum í fjarskotnum og ókendum økjum. Staðfest verður eisini, at tað verður bæði torførari og kostnaðarmiklari at fáa fatur í hesum higartil fjaldu olju- og gassgoymslum. Men tíðin er komin til at seta fokus á hesi øki.

Føroyska undirgrundin er partur av hesi avbjóðing. Oljuleiting á føroyska landgrunninum er tí ein týðandi partur av ynskinum og tráðanini eftir at gera fleiri nýggj oljufund. Tað setir so eisini stór krøv til tøkniligu menningina, tí oftani er talan um ókend havumhvørvi.