Í døgunum 14. - 16. september skipar Jarðfeingi á triðja sinni fyri Faroe Islands Exploration Conference (FIEC) í Norðurlandahúsinum. Hetta er ein vísundalig ráðstevna, ið hevur til endamáls at birta upp undir oljuleitingartilgongdina á føroyska landgrunninum. Tiltakið byrjar við móttøku 14. september kl. 18:00, ið eisini er ?students evening?. Her hava føroysk lesandi møguleika fyri at vísa hvat tey arbeiða við og koma í samband við fólk í vinnuni.
Høvuðsparturin eru vísundaligu fyrilestrarnir 15. og 16. september. Fyrilestrarnir hesa ferð fevna um m.a. úrslit úr Brugdu-boringini hjá Statoil, um jarðfrøðiligu viðurskiftini í sambandi við komandi Ann Marie-boringina hjá ENI. Fyrilestrar verða eisini um loyvi 12 hjá Faroe Petroleum og loyvini 13 og 14 hjá Geysir og Atlantic Petroleum. Harumframt fara oljufeløgini OMV og Statoil at halda fyrilestrar um teirra tilgongd til oljuleiting her um leiðir. Fullfíggjað skrá sæst á HYPERLINK ?http://fiec.jf.fo? fiec.jf.fo.










