Landsstýrið fer í komandi viku at viðgera uppskot til enn eina útbjóðing á landgrunninum. Bjarni Djurholm vónar at fáa tað gjøgnum tingið, áðrenn val verður útskrivað Í dag fekk landsstýrismaðurin í oljumálum, Bjarni Djurholm, handað uppskotið til 3. útbjóðing á føroyska landgrunninum. Tað er Jarðfeingi, sum hevur gjørt ætlanina fyri at bjóða nýggj øki á landgrunninum út til oljufeløgini. Bjarni Djurholm sigur við Sosialin, at ætlanin er at leggja uppskotið fyri landsstýrið í komandi viku, og so verður tað borið í tingið skjótast gjørligt. ?Vit vóna, at tingið klárar at avgreiða hetta málið, áðrenn valið verður útskrivað. Um hetta ikki eydnast, er vandi fyri, at tað dettur afturum eitt løgtingsval. Tað merkir, at vit koma langt út á várið, áðrenn vit kunnu bjóða nýggj øki út til oljuleiting.
Landsstýrismaðurin sigur, at tað er umráðandi, at málið ikki kemur í drag. Vit koyra eftir eini ætlan, har ávísur samanhangur er millum 1., 2. og nú 3. rundu, tvs. at umsitingin hevur arbeitt út frá tí, at økini kunnu bjóðast út eftir samtykt í løgtinginum í desember ella eftir árskiftið. Verður tað ikki gjørt nú, so kunnu vit missa upp til eitt hálvt ár, og tað heldur Bjarni Djurholm er sera óheppið.
Boringin hjá BP kann koma at fáa ávirkan á komandi útbjóðing. ?Kemur BP út við einum positivum úrsliti, so kann tað økja um áhugan hjá oljufeløgunum at vera við í eini nýggjari útbjóðing sigur landsstýrismaðurin. Hinvegin heldur hann ikki, at eitt vánaligt úrslit neyðturviliga nýtist at minka um áhugan.