Í kvøld eru tvær av fyrru fjórðingsfinalunum í Champions League. Í París verður dystur millum oljuharrarnar úr Katar og Abu Dhabi, sum í hvør sínum lag eiga Paris Saint-Germain úr Fraklandi og Manchester City úr Onglandi.
Bæði feløgini hava notið gott av nógvu pengunum, sum nýggu eigararnir hava sett í. Sheik Mansour úr Abu Dhabi keypti Manchester City í 2008, meðan Qatar Sports Investments keypti meirilutan í PSG í 2011.
Tí verður dysturin av mongum kallaður oljukríggið ella milliardakríggið. Fyrri dysturin er í París í Fraklandi.
Í hinari fjórðingsfinaluni í kvøld tekur týska Wolfsburg móti Real Madrid, sum um vikuskiftið vann á FC Barcelona. Við Cristiano Ronaldo á odda er Real Madrid favorittur, men skal Wolfsburg hava ein møguleika samanlagt, so krevur tað ein sigur í kvøld.
Báðir dystirnir byrja klokkan 19.45, og kunnu síggjast á Viasat rásunum.