Oljuinntøkur skulu býtast javnt millum Grønland og Danmark

Ein meiningskanning hjá Catinét vísir, at ein stórur meiriluti av dønum vil hava, at møguligar oljuinntøkur í Grønlandi skulu býtast javnt millum Grønland og Danmark Ein stórur meiriluti av dønum - 59,4% - vil hava, at møguligar oljuinntøkur í Grønlandi skulu býtast javnt millum Grønland og Danmark. Bert 20,6% halda, at Grønland eigur rættin til møguligar oljuinntøkur í Grønlandi. 9,3% av dønum halda, at Danmark eigur at fara avstað við allari oljuinntøkuni. Hetta vísir ein meiningskanning hjá Catinét. Danski nationalisturin, Kristian Thulesen Dahl úr Danska Fólkaflokkinum er sera fegin um kanningina: ?Eg haldi tað er heilt logiskt, at danska fólkið hevur hetta sjónarmiðið, at tá vit hava goldið miljardir av krónum til grønlendska samfelagið, so eiga vit sjálvsagt at fáa lut í møguligum oljuinntøkum. Viðmerkingin hjá Lars Emil Johansen er einføld: ?Tað kundi verið áhugavert at gjørt eina líknandi kanning í Grønlandi. Tað er hóast alt Grønland, sum átekur sær umhvørvisvágan.? Útspælið hjá donsku/grønlendsku sjálvstýrisnevndini er, at møguligar oljuinntøkur verða mótroknaðar í blokkinum.