Nú hetta er fyrstu ferð, at slík loyvi verða latin, verður gjørt eitt sindur burtur úr. Hóast tað ikki er alment enn, so hava oljufeløgini, sum søktu um loyvi, fingið svar frá Oljumálastýrinum. Sosialurin hevur skilt, at tað verða latin færri enn 10 loyvi, kanska nærri teimum 7. Talið á umsóknum var annars umleið 22. Onkur av oljufeløgunum ella samtøkunum, sum hava søkt, fáa ikki loyvi, skilst. Hetta kemst m.a. av, at øll feløgini hava mestsum søkt um sama økið í landssynningshorninum av landgrunninum. Tað eru teir teigarnir, sum hava fingið heitið "Gullteigarnir". Og tá tað ikki er nóg mikið av teigaplássi til allar umsøkjararnar her, hevur Oljumálastýrið verið tvingað til at býta teigarnar upp til nakrar av umsøkjarunum. Tvs. fyrst og fremst teimum, sum hava havt tey bestu boðini. Tað vil so aftur siga, at tað eru feløg, sum hava bjóðað fram tær bestu og mest umfatandi bori- og arbeiðsskráirnar. Aðrar fyritreytir, sum hava talt við í loyvisgevingini, er føroyska innihaldið umframt sjálvandi umhvørvis- og trygdarætlaninar.









