Oljufelagið Magn hevur keypt P/F Demich

Oljufelagið Magn hevur á tíðindafundi í morgun boðað frá, at felagið hevur keypt hita og sanitetfelagið Demich í Havn.

 

Umframt at selja vanligar VHS vørur, so er P/F Demich eitt av feløgum, sum veitir aðrar hitaloysnir, so sum hitapumpur og jarðhitaloysnir. P/F Demich er partaeigari í P/F Jarðhita, sum hevur til endamáls at reka virksemi í sambandi við jarðhita, tænasta, keyp, søla og annað virksemi í hesum sambandi.

 

Á tíðindafundinum, sum vit fara at greiða nærri frá seinni, greiðir Magn eisini frá framtíðarætlanum sínum á føroyska orkumarknaðinum.