Oljufelag fekk stóra bót

Oljufelagið Trafigura, sum er skrásett í Sveis, er dømt at gjalda góðar sjey milliónir krónur í bót fyri at hava lagt eitrandi burturkast í Fílabeinsstrondini. Málið hevur sín uppruna í 2006, tá skipið Probo Koala Nederland legði fleiri hundrað tons av burturkasti upp á land í høvuðsstaðnum Abidjan. Stutt eftir byrjaðu fólk í býnum at kæra seg um ymsar trupulleikar við heilsuni.

Trafigura hevur alla tíðina hildið uppá, at burturkastið var ikki skaðiligt fyri heilsuna, men sambært myndugleikunum í Fílabeinsstrondini eru 17 fólk deyð av dálkingini.

Fyrradagin dømdi ein niðurlendskur dómstólur Trafigura at gjalda góðar sjey milliónir krónur í bót fyri at hava brotið reglurnar um umhvørvisskaðiligt burturkast. Herumframt fekk skiparin á Probo Koala Nederland fimm ára treytaða fomngsulsrevsing.