Oljufeløgini til samrøður hjá Oljumálastýri

-Tað hevur gingið væl at viðgera umsóknirnar til oljuleiting við Føroyar. Gongur sum ætlað kann henda, at loyvini verða latin, áðrenn altjóða oljumessan letur upp í Stavanger 22. august sigur Herálvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrinum

Jan Müller


Í dag fer Oljumálastýrið undir eina røð av samrøðum við oljufeløgini, sum hava søkt um loyvi at leita eftir olju og gassi við Føroyar. Fyrsta oljusamtakið, ið skal á fund við Oljumálastýrið í dag, er Texaco-bólkurin, sum kemur til Føroyar við umleið 10 fólkum, harímillum fleiri av teimum mest framstandandi fólkunum, sum hava við leiting eftir olju í Europa at gera. Síðani koma øll hini feløgini. Sosialurin hevur skilt, at tað í ferðalagnum hjá Parnership-bólkinum, har føroyska oljufelagið Atlants Kolvetni er við, eru ikki færri enn 18 fólk. Eisini her er talan um fleiri av oddafólkunum innan altjóða leiting. Eftir øllum at døma meta oljufeløgini komandi fundirnar við føroyskar myndugleikar sum ein seinasta royndin hjá teimum at tala sína søk.

Herálvur Joensen, stjóri í Oljumálastýrinum, sigur við Sosialin, at teir við hesum samrøðum vilja hava greiði á øllum, sum viðvíkur umsóknunum. Sum t.d. at presisera ella fáa greiðu á viðurskiftum, sum møguliga kunnu vera ógreið. Eisini fara fólk frá Oljumálastýrinum at gjøgnumganga alt tilfarið og økini, sum søkt hevur verið um. Eitt mál, sum eisini vil vera frammi á fundunum, er tann føroyski parturin av umsóknunum, tvs. hvussu nógv oljufeløgini vilja draga føroyska samfelagið uppí leitingina.

Fundir vara í 9 dagar og enda 20. juli. Teir eru soleiðis skipaðir, at fyrrapart verða framløgur og gjøgnumgongd og fara fólk frá Oljumálastýri, Heilsufrøðiligu Starvsstovu og onnur at lurta eftir feløg-unum, hvat viðvíkur jarðfrøðiliga arbeiðinum, føroysku luttøkuni, trygd og umhvørvi. Seinnapart verða serstakliga trygd og umhvørvismál viðgjørd meira nágreiniliga. Stórur dentur verður lagdur á henda partin frá føroyskari síðu eitt nú, hvussu feløgini vilja tryggja seg í sambandi við umhvørvi, hvørjar skipanir tey hava osfr. Føroyskir myndugleikar leggja alstóran dent á, at feløgini, sum hava søkt og skulu fáa loyvi, eru dugnalig á nettupp umhvørvisøkinum.

Á seinnapartsfundunum fer Oljumálastýrið eisini at koma við ábendingum um, hvussu tað sær út fyri tey ymsu feløgini. Her verður tó ikki talan um nakað endaligt.

Uppá fyrispurning um feløgini á hesum fundum fáa at vita, hvørji øki tey fáa tillutað sigur Herálvur Joensen, at tað fáa tey í august ella september.

Sosialurin skilur, at feløgini fáa at vita, at tingini ikki altíð ganga heilt upp, soleiðis at feløgini fáa alt tað tey hava biðið um. Øll feløgini fara neyvan at fáa øll tingini samansett soleiðis sum tey høvdu ímyndað sær. Ein kann ímynda sær nógvar ymiskar møguleikar í hesum puslispælinum, har t.d. okkurt felag bara fær ein part av tí teiginum tað hevur ynskt sær osfr.


Vilja kanna mest møguligt

Høvuðsuppgávan hjá Oljumálastýrinum er at fáa ta optimalu leitingina tvs. at oljufeløg fáa kannað øll tey prospekt, sum verða hildin at goyma møguleikar. Her-álvur Joensen heldur, at sera nógv av tí, sum føroysku jarðfrøðingarnir hava á sínum ynskilista verður gingið á møti í hesi útbjóðingini.

Fleiri av umsøkjarunum siga seg verða førar fyri at bora í 2001. Tað er tó ikki eitt krav frá føroysku myndugleikunum, at feløgini skulu bora í næsta ár. -Vit meta feløgini út frá teirra jarðfrøðiligu metingum og teirra boriprogrammi og hvat tey vilja gera fyri at fremja føroyska luttøku. Vit hava ikki viljað eggjað feløgini til at skunda sær so nógv, at tað verður umhvørvisliga- og trygdarliga óforsvarligt.

Uppá fyrispurning um talan kann blíva um at seta feløg ella bólkar saman í einum ávísum øki sigur Herálvur Joensen, at tað er óvist, men tað er so nakað, sum teir ongantíð hava viljað útilokað. -Men hetta er ikki nakað vit miðja eftir. Høvuðsreglan er, at vit valdu at lata feløgini skipa seg í bólkar sjálvi fyri at kunna søkja. Men laga umstøðurnar seg øðrvísi mugu vit sjálvandi hyggja eftir tí møguleikanum.

Herálvur Joensen heldur annars, at arbeiðið hevur gingið sera væl, ja entá skjótari enn teir høvdu roknað við. Tá vit spyrja, um møguleiki er fyri at kunngera loyvini, áðrenn stóra altjóða oljumessan letur upp í Stavanger tann 22. august vil stjórin í Oljumálastýrinum ikki útiloka hetta.

Rættiliga nógvar føroyskar fyritøkur fara at luttaka á ONS í ár, og tí verður mett, at tað hevði verið góð marknaðarføring av føroyskum ídnaði og vørum, um loyvini tá vórðu givin. Sosialurin skilur eisini, at møguleiki er fyri einum fundi á oljumessuni millum bretska ídnaðar- og orkumálaráðharran Lidell og Eyðun Elttør, landsstýrismann í oljumálum. tað sum sína sergrein at skriva um altjóða kvinnufótbólt. Hann hevur síðani sent mær øll úrslit, og afturfyri havi eg sent honum úrslitini og hini hagtølini yvir teir dystirnar, sum vit hava spælt.


Yvirhálað

Tá vit spyrja Álvur, hvussu føroyski kvinnufótbólturin stendur seg nú sammett við í 1997, tá u?18 landsliðið fyrstu ferð tók lut í EM undankappingini, so svarar Álvur soleiðis:

? Luttøkutalið er vaksið ótrúliga nógv. Bæði tí áhugin fyri kvinnufótbólti er øktur kring Europa, og tí at so nógv nýggj lond hava sæð dagsins ljós. Nú luttaka 32 lond í kappingini. Vit vóru tíðliga uppií, og í 1997 vórðu vit flokkað í næstovasta styrkisbólkinum. Tað eru vit ikki longur, staðfestir Álvur Hansen, sum harvið ásannar, at menningin í nógvum av londunum, sum nú eru uppi í kappingini, hevur verið størri, enn hon hevur verið í Føroyum.

jh