Oljufeløgini minni áhuga fyri norskum øki

Fyri seks árum síðani nýttu 25 tey størstu oljufeløgini í heiminum níggju prosent av sínum leitiútreiðslur til norska landgrunnin. Í dag er parturin minni enn trý prosent

Tað er ikki bara á føroyska landgrunninum, at útlendsku oljufeløgini hava minni hug at leita eftir olju og gassi enn fyri nøkrum árum síðani. Undan tí stóra fallinum í oljuprísunum í 1998 brúktu 25 tey størstu oljufeløgini í heiminum 15 milliardir dollarar til leiting, men longu í 1999 var talið 10 milliardir dollarar. Samstundis tóku fleiri feløg seg saman.

Norðmenn hava eisini fingið at kenna, at tey stóru útlendsku oljufeløgini hava ikki so góðan hug at nýta pengar upp á leiting í norskum øki longur. Sambært Aftenposten nýttu 25 try størstu feløgini níggju prosent av sínum leitiútreiðslum til norsk øki í 1997. Í 2002 var hesin parturin ímillum trý og fýra prosent, og nú er hann niðan fyri trý prosent.

Blaðið vísir á, at tá norðmenn høvdu sítt 18. útbjóðingarumfar, løgdu feløg sum Exxon, Total, BP og Shell ikki í at bjóða. Samstundis hevur gongdin verið tann, at tey bæði norsku feløgini Statoil og Hydro nýta ein altsamt størri part av teirra leitiútreiðslum aðrastaðni enn í norskum øki.