Oljufeløg koma og fara

Tað er einki óvanligt í tí, at oljufeløg koma og fara. Serstakliga ikki tá talan er um eitt nýtt og ókent øki sum tað føroyska.

Hetta hevur verið gongdin í leitingini eftir olju og gassi á landgrunninum øll árini. Í byrjanini vóru nøkur 20 oljufeløg við í kanningunum men hetta talið er so minkað sohvørt. Td. fingu ikki øll feløgini, sum buðu í 1. útbjóðing loyvi, og turru brunnarnir soldaðu so aftur onkur oljufeløg frá. Mærsk, Total, Fina, Elf, Mobil, Exxon, Marathon, Phillips, Norsk Hydro og Arco eru bara nøkur av mongu feløgunum, sum hava verið við í kanningunum av undirgrundini og seinni tikið seg aftur. Amerada Hess og BG eru framvegis við men hava minkað um virksemið. Men nú tey ikki hava nakrar skyldur her meira, boringin á Brugduleiðini var tann seinasta, so má roknast við, at í hvussu er BG er við at fara heilt út úr økinum, tó at Jarðfeingi sum skilst einki hevur fingið at vita um tað sum so.

Tað hevur ljóðað, av okkurt av samanløgdu feløgunum framvegis fylgir væl við gongdini á landgrunninum, eitt nú franska Total, sum fevnir um tey trý upprunaligu fronsku og belgiska oljufeløgini, Elf, Total og Fina. Somuleiðis hevur Gas de France víst áhuga og Mærsk er eisini við at nærkast økinum aftur, nú tað hevur keypt seg inn í loyvi við markið, har Chevron er fyristøðufelag og eisini sjálvt hevur fingið tilluttað loyvi nær føroyska markinum í bretskari útbjoðing herfyri. Feløgini, sum eru mest virkin í dag á landgrunninum, eru: Statoil, BP, Shell, Eni, Anadarko, Dong, OMV, Chevron, Geysir, Atlantic Petroleum og Faroe Petroleum. Hyggja vit tí eftir oljutilgogndini við Føroyar í einum umleið 10 ára perspektivi, so er talið av oljufeløgunum, sum hava víst ans fyri økinum og hava verið við í kanningum og boringum, farið niður í helvt.