Útkall til nýggja oljuleiting
Sosialurin kann í dag almannakunngera eitt spildurnýtt og spennandi kort av landgrunninum ella neyvari, av teimum økjunum, sum oljufeløg hava nominerað te. valt út til at vera við í eini nýggjari útbjóðing. Hesi økini ella teigarnir fevna um ein stóran part av landgrunninum, teir flestu frá verandi loyvisøkinum nevnt "Gullhornið" og væl norður um 62. breiddarstig. Teir liggja framvið øllum markinum og so nakað langt inn á landgrunnin. Haraftrat eru teigar uppaftur longur inni á landgrunninum eystan fyri Suðuroynna og síðani í trimum ymsum støðum heilt suðuri móti markinum.
Sigurd í Jákupsstovu er nøgdur við nominatiónina oljufeløgini hava gjørt og ásannar, at hon líkist rættiliga nógv tí útveljing, sum tey á Jarðfrøðissavninum eisini hava gjørt út frá síni vitan. ?Tað vil so altíð vera okkurt, sum vit ikki høvdu roknað við sigur hann og sipar til økini oljufeløg hava peikað á heilt har suðuri móti bretska markinum -Vit halda tað vera sera áhugavert, at feløg eisini peika á slík øki. Orsøkin til at vit ikki hava peikað á tey, er tann, at tey eru trupul, har er nógv basalt, og tað er ringt at síggja gjøgnum basaltið.
Stjórin á Jarðfrøðissavninum vil ikki siga, hvussu endaliga útbjóðingin fer at síggja út tvs. um allir teigarnir, sum oljufeløgini hava víst á, fara at vera við í 2. rundu. Men hann útilokar tað ikki. Tilsamans 7 feløg komu við skrivligum og munligum nominatiónum.
-Vit hava góðar vónir, tí vit meta okkum at hava nakað áhugavert at bjóða fram. Vit síggja stórar strukturar (heyggjar) undir basaltinum, ið vit hava kortlagt og sum vit vita, at eisini oljufeløgini hava áhuga fyri sigur stjórin á Jarðfrøðissavninum og vísir á, at tað er sjálvandi upp til feløgini at koma og siga, hvat tey vilja gera í hesum økinum. Váðin er kanska nakað høgur, men her er eisini møguleiki fyri einum høgum vinningi.
Hann vísir á, at tað eru nógv øki vestan fyri Hetland, sum ikki eru kannað nógv væl. Og tí er eyðsæð, at tað er framvegis ein framtíð her. ?Eg haldi sjálvur, at vit hava eina góða vøru at selja.
Heri Ziska, jarðalisfrøðingur hevur arbeitt við føroysku undirgrundini í nógv ár. Hann hevur arbeitt sær upp eina sera stóra vitan um økið og dylur heldur ikki fyri, at hann hevur góðar vónir. Hann sigurk at leitingin á føroyskum øki hevur higartil verið savnað í einum lítlum parti av landsynningshorninum. Tað er so eisini bara leitað í tertierfláum. Tað vísir, at tað enn eru veldug øki eftir at leita í á landgrunninum. Eitt ómetaliga stórt øki millum Føroyar og Hetland er als ikki kannað.
-Vit vita frá økinum vestan fyri Hetland, at har eru fláir, sum eru eldri enn tertier, og har tað er funnið olja. Eitt nú risastóra Clairfeltið. Leitingin í landssynningshorninum hevur verið bygd á fundini, sum eru gjørd hinumegin markið. Fokus hjá oljufeløgunum var frá byrjan so nógv á Gullhornið, at man næstan gloymdi alt hitt stóra økið. Nú er tað broytt nakað.
East Faroe High - ryggurin
Tey á Jarðfrøðissavninum eru sera spent um tær báðar boringarnar, sum verða hinumegin markið í summar. Har testa oljufeløg eitt modell, sum kann hava áhuga fyri teigar okkara megin út móti markinum. Úrslit her kunnu tí eisini hava eina psykologiska ávirkan. Men uppaftur størri áhuga hevur ryggurin "East Faroe High", sum liggur longur inni á basaltinum, á hellingini sjálvari.
Heri Ziska sigur, at tað fyrsta tú fer eftir aðrastaðni, har leitað verður eftir olju, er ein slíkur ryggur sum East Faroe High, tí tað er her tú kanst gera størstu fundini. Men hjá okkum liggur hesin strukturur undir basaltinum, og tí er váðin størri. Og tí fór man í fyrstu atløgu heldur eftir økjunum í landssynningshorninum, sum líkjast Schiehallion og Foinaven.
Uppá fyrispurning um seismikkurin er so mikið framkomin, at tað ber til at síggja undir basaltið og gera av, hvat man skal seta borin í sigur Heri Ziska, at vit kunnu kortleggja strukturar við verandi tøkni, men vit vita ikki, hvat er fyri jarðfrøði, sum er undir basaltinum, fyrr enn vit bora. Man kann modelera seg í hel. Fyrr ella seinni skal eitt hol til.
-Tað eru ymisk fólk, sum kortleggja og brúka meira ella minni sama seismikk og koma rættiliga lík úrslit. Tá byrjar man at trúgva uppá, at tað man sær, er har. Man sær teir generellu strukturarnar, men sjálvandi eru fleiri ókendir faktorar. At koma nógv longur enn tað bara við seismikki, tað verður torført.
-Men metir tú tað vera neyðugt hjá feløgunum at útvega sær nógvan nýggjan seismikk fyri at kunna bora í eini 2. útbjóðing?
-Tað er ein spurningur um, hvat feløgini halda vera best. Um tey vilja útvega sær meira og betri seismikk er so upp til tey.
Men hví er East Faroe High eitt so spennandi øki? ?Tað er tí, at her er talan um ein sera stóran struktur. Har er møguleiki at finna nakað veruliga stórt, um tað riggar. Nógvir faktorar skulu rigga, og váðin er stórur. Men lønin kann vera tilsvarandi stór.
Uppá fyrispurning um ynski hjá feløgunum fella saman við eitt nú gýtingarøkjum hjá fiski sigur Sigurd í Jákupsstovu, at hetta er ein av uppgávunum hjá Oljumálaráðnum at kanna og taka støðu til. Súsanna Sørensen sigur, at tað uppgávan hjá Oljumálaráðnum í síni tilráðing til landssstýrið at gera greitt, hvørjar ávirkan útbjóðingin kann hava á m.a. fiskivinnu.
Nú skal so ein útbjóðingarlóg fyrireikast at leggja fyri tingið. Jarðfrøðissavnið skal peika á økini, ið skulu bjóðast út og haraftrat gera tilmæli um, hvørja loyviskipan vit skulu hava. Seinast var ein 6- ára loyvisskipan og ein 9 ára. Nú skal man so meta um, hvussu tað skal skipast hesaferð. Sigurd í Jákupsstovu heldur, at sjálv loyviskipanin verður rættilig lík henni, sum er. Tað veldst so eisini um, hvussu stórur áhugin verður.
Treytirnar eru annars nakað, sum Oljumálaráðið skal finna fram til
Súsanna Sørensen, kunningarleiðari sigur, at tað verður gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri at marknaðarføra 2. rundu, eitt nú er hetta eitt av málunum við stóru altjóða jarðfrøðiligu ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum í mai. Tá koma flesstu av heimsins kendastu serfrøðingum innan basalt til Føroya.