Oljufeløg gera innrás í Vágsbotni

Ikki færri enn seks útlendsk oljufeløg hava fingið fótin fastan í Vágsbotni. Týsdagin lat Texaco Faroes Group upp skrivstovu í gamla bygninginum hjá Trygd. Frammanundan húsast ikki færr enn trý oljufeløg í sama bygningi. Feløgini bíða nú í spenningi eftir, hvussu fer at gangast við 1. útbjóðingini og um tey fáa leitiloyvi.

Jan Müller

Jens K. Vang



Nú tað nærkast fyrstu oljuboringini á føroyska landgrunninum eru útlendsk oljufólk við at gerast ein støðugt størri partur av býarmyndini í høvuðsstaðnum. Fleiri av feløgunum hava longu latið upp egna skrivstovu í Havn, og seinnapartin týsdagin fekk so stóra amerikanska oljufelagið Texaco fótin fastan í Vágsbotni. Felagið, sum er operatørur í oljusamtakinum ?Texaco Faroes Group?, ið eisini fevnir um oljufeløgini Conoco og Murphy, hevur sett tvey fólk í starv á nýggju skrivstovuni Undir Bryggjubakka 1, Johan McDonald, stjóra og Ingun Christensen, skrivara.

Týsdagin var móttøka í nýggju hølunum, sum eru í tveimum teimum niðastu hæddunum í tí gamla bygninginum hjá Trygd. Í hølunum í erva halda so trý onnur oljufeløg til, Norsk Hydro, Agip og Anadarco.

Ætlanin er, at fleiri fólk koma at arbeiða á skrivstovuni. Tað verða so fólk frá Texaco, her serstakliga geofysikarar og geologar, sum m.a. koma at arbeiða við at tulka seismiskt tilfar. Fleiri arbeiðsstøðir eru longu settur upp og, hóast tey í Texaco-samtakinum enn ikki vita, um tey fara at fáa tillutað teigar á landgrunninum, so verður tað kortini farið undir kanningararbeiði av ymsum slag. Um so er at teir fáa leitiloyvi, so er eisini møguleiki at taka størri part av bygninginum í brúk.

Donald O´Driscoll stendur á odda fyri arbeiðinum hjá bólkinum í føroyska økinum. Hann er íri og hevur arbeitt í oljuvinnuni í mong ár. Honum dámar sera væl í Føroyum og vónar sjálvandi, at Texaco og hini feløgini í samtakinum veruliga fáa fótin fastan í Føroyum. Feløgini hava higartil brúkt umleið 50 mill. til keypa av seismikki og haraftrat hava rættiliga nógv fólk arbeitt við at viðgera tilfarið og arbeiða við øðrum uppgávum.

Donal O´Driscoll er rættiliga spentur um, hvussu fer at gangast, tá loyvini verða latin. Hann er í hvussu er rættiliga sannførdur um, at olja og gass finnast í føroysku undirgrundini. Spurningurin er bara at finna fram til, um nøgdirnar eru so mikið stórar, at tær skapa møguleika fyri framleiðslu. -Vit leggja í hvussu er tingini soleiðis til rættis, at vit fara at fáa nakrar góðar teigar at bora í. Men hetta er so nakað, sum føroyskir myndugleikar eina og aleina avgera. Eg fari á ongan hátt nú at leggja meg út í tað nú.

Texaco-stjórin heldur tað vera eina góða byrjan hjá føroysku oljumyndugleikunum, at oljufeløgini hava søkt um at leita á umleið helvtini av tí útbjóðaða økinum. Hetta vísir, at myndugleikarnir hava telvað og arbeitt rætt.

Við tí stóra áhuga, sum fleøgini vísa fyri økinum, so heldur hann eisini, at tað er sannlíkt, at kommercielt fund verður gjørt. Men tað er ikki vist, at tað verður júst har, sum tey flestu oljufelgini halda hon finst.

Í nýggju skrivstovuni er ein eini stór og nútímans konferancehøli við øllum tí, sum hoyrir einum slíkum høli til. Ætlanin er, at hølini skulu brúkast sum eitt slag av ?trainee-sentur? fyri føroyingar, skúlar og eisini fyritøkur, sum hava áhuga í oljuídnaðinum. Tað er bara at seta seg í samband við skrivstovuna, so vilja tey taka málið upp. Ætlanin er so eisini at taka inn føroyingar, sum eru undir útbúgving, í sokallað ?trainees?-størv.

-Tað er okkara ynski at gera ein stóran part av arbeiðinum, sum hevur við Føroyaøkið at gera, frá skrivstovuni her í Føroyum, og tí verður her nógv virksemi, um samtakið fær loyvi.

Donal O´Driscoll er eisini fegin um tey bæði fólkini, sum longu eru sett á skrivstovuni. Johan McDonald, sum er settur sum stjóri á føroysku Texaco-skrivstovuni skal so taka sær av tí føroyska partinum av virkseminum, eitt nú at standa fyri samskiftinum millum feløgini og føroyskar myndugleikar o.o. í Føroyum. -Eg haldi tað hevur stóran týdning, at vit sum útlendsk oljufeløg brúka føroyingar til ymsar uppgávur, ið so ella so hava við føroyska samfelagið at gera.

Hann kemur so eisini at hava tætt samstarv við eitt nú Allan Jones, sum stendur á odda fyri tilrættaleggingini av logistikkinum í sambandi við komandi leiting. So skjótt eitt loyvi fæst verður nettupp logistikkparturin av stórum týdningi eitt nú, hvørjar havnir skulu brúkast, hvussu tilfar og útgerð skal flytast til Føroya og til boripall osfr. Texaco gjørdi rættiliga nógv burtur úr at kanna umstøðurnar í Føroyum í sambandi við útgerðarstøð/ir. Teir hava so eisini tikið hetta við í umsóknina, sum nú liggur til viðgerðar hjá oljumyndugleikunum.es Eidesgaard:


»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«


»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað

persónliga frælsið fer fyri bakka«


»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«


»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«


»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá

Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein

samtykt«



ENDURGEVINGAR:


Høgni Hoydal:


»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«


»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«


»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir

fíggjarlógarviðgerðini seinast«


»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«


»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«


»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av

Christiansborg«