Oljudysturin: City setti PSG upp á pláss

Champions League: Oljustatirnir, Abu Dhabi og Katar, møttust sum Manchester City og Paris Saint Germain

Oljustatirnir, Abu Dhabi og Katar, møttust sum Manchester City og Paris Saint Germain. Seinast vann PSG, men hesa ferð vann Manchester City og hevur tryggjað sær fyrsta plássið. Eitt umfar er eftir av bólkaspælinum.

 

Bólkur A:

 

Manchester City vann í kvøld ein rímiliga sannførandi 2-1 sigur á Paris Saint Germain, sum tó kom á odda við máli, ið Kylian Mbappé skoraði. Raheem Sterling og Gabriel Jesus skoraði fyri heimaliðið, ið var leikliga omaná næstan allan dystin. RB Leipzig, sum ikki kann koma víðari, vann 5-0 á Club Brugge.

 

Club Brugge – RB Leipzig 0-5

 

Manchester City – PSG 2-1

 

Støðan:

 

1.                   Manchester City 12

 

2.                   PSG 8

 

3.                   RB Leipzig 4

 

4.                   Club Brugge 4

 

Bólkur B:

 

Liverpool heldur fram við at vinna – eisini við einum partvís eykaliði. Í kvøld vann Liverpool 2-0 á FC Porto á Anfield. Thiago og Mohamed Salah skoraðu málini í sienna hálvleiki. AC Milan meldaði seg inn aftur í kampin við at vinna 1-0 á Atletico Madrid. Junior Messias skoraði málið.

 

Atletico Madrid – AC Milan 0-1

 

Liverpool – FC Porto 2-0

 

Støðan:

 

1.                   Liverpool 12

 

2.                   FC Porto 5

 

3.                   Atletico Madrid 4

 

4.                   AC Milan 4

 

Bólkur C:

 

Ajax er víðari við sigri á Besiktas. Sebastian Haller skoraði sítt 8. og 9. mál í 2-1 sigrinum. Sporting er nú favorittur at koma víðari saman við Ajax, eftir at portugisiska liðið vann 2-0 á Borussia Dortmund.

 

Besiktas – Ajax 1-2

 

Sporting – Borussia Dortmund 3-1

 

Støðan:

 

1.                   Ajax 15

 

2.                   Sporting 9

 

3.                   Borussia Dortmund 6

 

4.                   Besiktas 0

 

Bólkur D:

 

Real Madrid og Inter Milan vunnu bæði í kvøld og hava tryggjað sær víðari luttøku. Inter Milan vann 2-0 á Shakhtar Donetsk, og Real Madrid vann 3-0 í Moldova móti FC Sheriff.

 

Inter Milan – Shakhtar Donetsk 2-0

 

FC Sheriff – Real Madrid 0-3

 

Støðan:

 

1.                   Real Madrid 12

 

2.                   Inter Milan 10

 

3.                   FC Sheriff 6

 

4.                   Shakhtar Donetsk 1