Oljudálking í USA onga avleiðing fyri boring her

Á okkara leiðum eru 100 tals brunnar boraðir á djúpum vatni seinastu 30 árini og mett er, at trygdarstøðið hevur verið og er forsvarligt. Jarðfeingi hevur tí, eins og myndugleikarnir í Noreg og Bretlandi, ikki sett í verk strangari trygdarkrøv til borivirksemi í økinum. Hetta sigur Meinhard Eliassen hjá Jarðfeingi, nú USA og Kanada fyribils hava sett forboð fyri boring og nú Greenpeace ávarar móti at bora um okkara leiðir.

Uppá fyrispurning um líknandi vanlukka kann henda um okkara leiðir og um munur er á lóggávu, trygdarkrøvum og tilbúgvingarviðurskiftum í Føroyum og USA sigur hann, at tey fylgja væl við hendingini í USA, og tað sama gera myndugleikar í okkara grannalondum, sum tey hava tætt samarbeiði við, tí okkara lóggáva og trygdarkvøv eru meinlík teirra.

Royndir og lærdómur úr øðrum londum hava stóran týdning og eru við til at hækka trygdarstøðið á okkara leiðum. Eisini verður kravt av loyvishavarum á føroyskum øki, at teir alla tíðina eftirmeta, bøta um og framhaldandi menna eina trygdarmentan fyri at varðveita eitt forsvarligt heilsu- trygdar og umhvørvisstøði.

Fyristøðufeløg í Føroyum skulu, tá tey søkja boriloyvi, prógva og skjalfesta, at nøktandi tilbúgvingarætlanir eru gjørdar, at basingarútgerð er tøk og at allar tryggingar og avtalur í hesum sambandi eru í lagi. Eisini skulu tær vera fíggjarliga væl fyri at átaka sær uppgávuna.

Í Føroyum er rútgerð tøk, sum kann verja strendur og firðir, tá olja fer á sjógv inni við land. Havast má í huga, at tað sjálvdan og nærum er ógjørligt at nýta basingarútgerð á staðnum, har borað verður á opnum havi. Alda, streymur og vindur gera tað nærum ógjørligt.