Oljudálking á Skálafirðinum

Mikumorgunin um hálvgum fýra tíðina fekk løgreglan í Eysturoynni fráboðan um, at olja lak frá einum litaviskum skipi, sum liggur í Søldarfirði. Beinanvegin varð farið í gongd við at fáa oljuna burtur

Søldarfjørður:
Oljulukturin kennist langan veg frá keiini í Søldarfirði, og gangurin frá útgerðini til at taka oljuna uppaftur er nógvur. Nógv fólk er at síggja allastaðni, menn frá sløkkiliðnum, løgregluni og Pauli Einarsson eisini. Ein stórur tangi, sum er mettur at taka umleið 10.000 litrar stendur og tekur ímóti olju og longur norði stendur ein annar eisini.
? Vit vita ikki júst hvussu stórar nøgdir talan er um, men útfrá tí, sum vit hava tikið upp higartil, so meti eg, at tað fara at verða um 20.000 litrar, sigur Sunnleif Højgaard, leiðari á Sløkkiliðsstøðini í Runavík.
Hann sigur, at arbeiðið við at taka oljuna upp hevur gingið væl, og hann væntar, at tann skaðin, sum møguliga stendst av hesi dálking fer at verða so lítil, sum til ber.
? Fyrsta orsøkin til at alt hevur gingið so væl, og at skaðin ikki verður so umfatandi er, at veðrið er so avbera gott. Hann er sunnan í ættini, og tað ger, at oljan ikki fer so langt inn á fjørðin, og somuleiðis heldur hon seg hesumegin. Her eru tríggir sokallaðir lummar, har meginparturin av oljuni liggur, og tað lættir um arbeiðið, greiðir Sunnleif frá.
Brimil kom á Skálafjørðin um níggjutíðina. Tá høvdu menn frá sløkkiliðnum og aðrir lagt sperrir út á fjørðin og harvið fyribyrgt, at oljan fór at fara longur inn, men tað hevur sum sagt ikki verið nakar trupulleiki.
Tað er langt síðani seinast, at ein so stór nøgd av olju er farin á sjógv á Skálafirðinum. Ongin visti at siga fyri vissu á kaiini hendan dagin júst hvussu langt síðani tað er. Men tað at fólk ikki minnast, tað man sanniliga vera tekin um, at tað er langt síðani.
Sýslumaðurin í Eysturoynni, Jógvan Ósá, sigur, at soleiðis sum landið liggur í dag, so er ongin revsilóg fyri tílíka dálking, men litaviska reiðaríið kann vænta sær eitt endurgjaldskrav.
? Um tað verður sivilt ella gjøgnum myndugleikarnar, tað er so ikki avgjørt enn, sigur hann.