Fyri lítlari løtu síðani varð Tvøroyrar Sløkkilið sent á Krambatanga í sambandi við oljudálking. Gassolja flýtur á sjónum, og hetta verður í løtuni kannað.
- Tað er eitt sindur ov tíðliga hjá okkum at siga, hvat hetta er fyri nakað enn. Vit eru júst komnir á staðið, men hetta skal í øllum førum takast upp, sigur Annfin Leo, sløkkiliðsleiðari í stuttari viðmerking til in.fo.
Oljan er allarhelst komin frá einum skipi, men hvat og hvussu, veit mann ikki enn.
Oljudálking á sjónum er ein afturvendandi trupulleiki, bæði út frá landi, men serliga inni í havnum. Ein vanlig orsøkin er, at olja rennur yvir, tá bunkrað verður. Umhvørvisstovan skrivar, at tað eigur ikki at koma fyri, at olja rennur á sjógv. Orsøkirnar til flestu óhappini eru ósketni og vantandi mannagongdir. Oljudálking er revsiverd - eisini um tað ikki verður gjørt við vilja.










