Oljufeløgini Shell og Statoil hava gjørt av útseta sínar ætlanir at leita eftir olju og gassi í tí aktiska ísinum, til nýggjar reglur koma um oljuboring. Tað er óhappið hjá BP í Meksikoflógvanum, sum er orsøkin, skrivar epn.
Shell hevði ætlanir um at leita eftir olju og gassi á havleiðini við Alaska, men í fyrsta umfari hava amerikanskir myndugleikar givið felagnum boð um at bíða. Statoil hevði eisini ætlanir um at leita eftir olju og gassi í amerikonskum havøki við Alaska, men norska felagið noyðist eisini at bíða.
-Vit mugu góðtaka, at nýggjar reglur koma, sigur Hege Marie Norheim, sum er leiðari fyri tí arktiska virkseminum hjá Statoil, við tíðindastovuna Bloomberg.
Sambært tíðindastovuni kunnu tær nýggju reglurnar um oljuboring á sjónum ávirka komandi leiting í norðara parti av Barentshavinum, við Vesturgrønland og havleiðini norðan fyri Kanada.