Oljuútgerðarhavnin í Suðri

Meina politikarar nakað við hugtakið: menning av útjaðaranum, og við at hava sett niður útjaðaranevnd, er so innlýsandi, at oljuútgerðarhavnin verður løgd í Suðri.

 

John S. Myllhamar


Meina politikarar nakað við hugtakið: menning av útjaðaranum, og við at hava sett niður útjaðaranevnd, er so innlýsandi, at oljuútgerðarhavnin verður løgd í Suðri. Alt annað er burturvið. Har eru firðir, sum frá skaparans hond eru skornir til slík endamál. Og tað vildi glett fleiri av okkum, sum búgva aðrastaðni í landinum, at aftur kundi verði sagt um eitt nú Tvøroyri, sum Poul F. tekur til, at har komu fólk úr flestu landsins bygdum, at har er vinna og bestu livikor. Sum búsitandi í Vágum var eg fegin um, at í hvussu so er ávísir suðuroyartingmenn arbeiddu sum landspolitikarar, tá ið talan var um at fáa undirsjóvartunnil um Vestmannasund. Hetta fer at hava við sær, at flogvøllurin verður liggjandi í Vágum, og hetta verður mennandi fyri oynna. Sama verður galdandi fyri Norðoyggjar, tá ið fast samband kemur tann vegin. Tað verður mennandi, ikki bara fyri Norðoyggjar, men Eysturoynna eisini, ið frammanundan er betri fyri, hvat eitt nú samferðslu viðvíkur.

Vit eru glað fyri og góð við okkara høvuðstað, tí vilja vit ikki, at fólkið skal stúgast saman í hvørjum kjallara og úti undir vaðingini í hvørjari kroysu í Havn, og at tey skulu gjalda ovurhonds stóra leigu fyri hetta, meðan restin av bygdum og býum í landinum, sum eru so væl útbygt við húsum, havnum, veganetið, sjúkrahúsum o.s.f. skulu liggja manntóm.

Havnin hevur ikki pláss til síni egnu, siga tey sjálv, hví tá troka fleiri fólk inn á tey? - sera ólogiskt.

Háttvirðu tinglimir: verði nú realistiskir, verði landspolittikarar. Praktiseri tað, tit sjálvir hava viðtikið:

Menning av útjagaranum. Leggi oljuútgerðarhavnina í Suðri.