Í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum verður staðfest, at olju- og laksprísirnir, sum hava so stóran týdning fyri føroyska búskapin, hava flutt seg rætta vegin seinastu árini.
Búskaparráðið skrivar, at eftir august 2014 var stórt prísfall á olju á altjóða marknaðinum. Síðani hevur prísurin sveiggjað nógv, men á einum munandi lægri stigi enn áðrenn august 2014.
– Av tí, at olja verður handlað í dollarum og dollarakursurin er hækkaður rættiliga nógv frá juli 2014, so merkist oljuprísfallið á heimsmarknaðinum ikki so væl. Ein stórur partur av oljuprísfallinum er í hesum tíðarskeiði neutraliseraður vegna hækkingina í dollarakursinum. Síðan januar 2017 hevur oljuprísurin tó verið fallandi, samstundis sum $-kursurin hevur verið fallandi. Alt annað líka skuldi hetta merkt lægri oljuprís í DKK, skrivar Búskaparráðið.
Samstundis sum oljuprísurin eftir august 2014 fall nógv og hevur sveiggjað á einum lægri stigi, hevur prísurin á laksi verið hækkandi. Eisini í laksprísinum eru sveiggj, men samumtikið er prísurin nógv hækkaður síðani 2013, og í januar í ár var prísurin so høgur, sum hann ikki hevur verið í nógv ár.
– Gongdin í oljuprísinum í 2014 og 2015 og gongdin í laksaprísinum árini 2013 til 2017 higartil hava bøtt um býtislutfallið í uttanlandshandlinum, sum alt annað líka hevur betrað handilsjavnan. Tað vil siga, at vit fáa lutfalsliga meira fyri okkara laksaútflutning, samstundis sum vit lutfalsliga skulu gjalda minni fyri okkara oljuinnflutning, sigur Búskaparráðið.