Sambært norska oljufelagnum Statoil hava altjóða oljufeløgini stóran áhuga fyri teimum norðaru olju- og gassleiðunum.
Helge Lund, aðalstjóri í Statoil, var ímillum luttakararnar á politiska og búskaparliga fundinum í Davos í síðstu viku. Hann sigur við Aftenposten, nógvir av luttakarunum í Davos vístu orkuspurninginum stóran áhuga, og í tí sambandi kom fram, at áhugin fyri oljuni og gassinum í teimum norðaru økjunum er stórur, sigur hann. Millum annað er stórur áhugi fyri, hvat kann koma burtur úr kanningunum í Barentshavinum.
Helge Lund sigur, at árið í fjør fekk fleiri at ivast í, hvussu tryggur flutningurin er úr teimum vanligu oljuøkjunum, og tí er áhugin fyri øðrum økjum veksandi. Her snýr tað seg millum annað um tey norðaru oljuøkini, sigur aðalstjórin í Statoil.