Á nýggjárinum gongur sáttmálin ímillum Strandferðsluna og Magn um oljuveitingina til Smyril, út.
Tí fer Strandferðslan í næstum at bjóða oljuveitingina til Smyril út.
Conrad Gaard Joensen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, sigur, at talan er um tveir veitrarar, ið kunnu koma upp á tal og tað eru tey bæði oljufeløgini, Magn og Effo.
Hevur Effo besta tilboðið, skal Smyril inn á Fuglafjørð at bunkra, tí har hevur Effo sína goymslu av tungolju.
Tað fer helst at krevja broytingar í ferðaætlanini, tí tá fer nógv tíð til sigling. Ella má onkur skipan gerast, so at Smyril kann bunkra leygarnátt.
Men tá var ætlanin, at Smyril skuldi liggja í Havn, so at fólk, sum skulu suður tíðliga leygarmorgun, skulu kunna gista umborð.
Men vinnur Magn útbjóðingina, er hinvegin møguleiki fyri at Smyril framyvir fer at bunkra í Vági.
Magn letur nevniliga tungolju til SEV og tað er haðani, at Smyril bunkrar oljuna.
SEV hevur eisini tangar í Vági vinnur Magn útboðið, fera Strandferðslan at kanna møguleikarnar fyri at lata Smyril bunkra í Vági ístaðin fyri á Sundi.
Men skal tað lata seg gera, verður neyðugt við nýggjum bryggjukanti við tangarnar hjá SEV í Vági fyri at Smyril skal kunna liggja trygt og væl bundin ímeðan bunkrað verður.
Men í Vági er so tann fyrimunur, at har er altíð deyðavatn inni á fjørðinum, so at Smyril kann altíð bunkra har. Á Sundi kann verða so nógvur súður í sjónum, at Smyril fær ikki ligið har og tað kann órógva bæði bunkring og ferðaætlan meiri enn gott er.
Mugu fáa trygd
Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, staðfestir, at tað er lættari sagt enn gjørt at fáa Smyril til Vágs at bunkra olju.
Hon váttar, at Vágs Býráð hevur fingið fyrispurning frá Strandferðsluni um hetta. Men skal tað lata seg gera, er fyrst neyðugt at gera atløgubryggju við oljutangarnar í Vági og fyrsta tilboðið, býráðið fekk upp á tað, ljóðaði upp á tvær milliónir krónur.
Síðani hevur kommunan kannað møguleikarnar fyri eini bíligari losyn, men endaligi prísurin er ikki greiður enn.
Hinvegin staðfestir hon eisini, at hetta er ikki ein íløga, sum kommunan fer undir uttan at fáa vissu fyri, at hon fær inntøkur burtur úr tí.
Áðrenn nakað verður gjørt, vil býráðið tískil fyrst hava trygd frá Strandferðsluni fyri, at Smyril veruliga kemur til Vágs at bunkra og hann fer at bunkra í Vági í eina tíð framyvir, so at kommunan fær íløguna inn aftur.
Og so langt er málið als ikki komið enn.
Les eisini greinina: Strandferðslan lærir av kiksara










