Oljan týdning fyri sjálvstýristilgongd

Nú valið nærkast og spurningurin um oljufund verða tengt at sjálvstýristilgongdini spurdu vit Anfinn Kallsberg, løgmann, í hvussu stóran mun hann metir at ein møgulig oljuvinna verður ein partur av valstríðnum til løgtingið!

Valið og olja

-Olja og oljuvinnu er eitt bein aftrat í búskapinum. Og tað er greitt, at ein búskaparlig tillaging í Føroyum verður rættiliga nógv bundin av, hvussu búskaparligi útviklingurin verður. Nógv olja merkir, at tað verður kanska skjótari at fáa gjørt tær tillagingar í búskapinum, soleiðis at vit hava yvirtikið tey flestu av hesum økjunum, sum eisini krevja fíggjarliga orku.

-Og verður eingin olja?

-Ja so gongur tað nakað seinni. 2012 er eitt mál. Tað kann fara báðar vegir.