Oljan størsta avbjóðingin

Jákup Suni Lauritsen varð sum kunnugt afturvaldur sum formaður í nevndini fyri SEV. Og hann er ikki í iva um, hvør størsta avbjóðingin hjá SEV er komandi árini.

- Hon er hin sama sum hjá restini av samfelagnum. Tað eru alsamt vaksandi oljuprísirnir, og halda teir fram at vaksa, fer tað at taka eitt kvørkratak á vinnulívið og á sethúsaeigarar eisini. Tí er tað so uimráðandi, at vit finna aðrar og varandi orkukeldur, sigur Jákup Suni Lauritsen.

Seinast nýggj nevnd varð vald í SEV, vóru allir limirnir nývaldir. Hesaferð vórðu tríggir at teimum sjey limunum afturvaldir.

- Tað hevur stóðan týdning, tí tað merkir, at hesi fólkini hava nakað við sær í skjáttuni og vita, hvat hevur gingið fyri seg seinastu fýra árini, sigur Jákup Suni Lauritsen.

Heðin Mortensen boðaði á eykaaðalfundinum frá, at hann fer at leggja uppskot fram á aðalfundinum í apríl um at velja eina serfrøðinganevnd í SEV.

- Tað er altíð eigarin, ið ger av, hvussu nevndin verður skipað, og tað er eisini eigarin, ið velur nevndina. Vit hava plikt at gera tað, sum eigarin ásetur, og øll uppskot frá eigarunum eru vælkomin, sigur afturvaldi formaðurin í nevndini fyri SEV, Jákup Suni Lauritsen.