Oljan spríkir upp á markinum

Sunnudagin sóu tey á brúnni á Lómi eld og royk koma upp úr torninum á boripallinum Transocean Rather, sum borar einans 8 fjórðingar frá føroyska markinum. Nógv bendir á, at talan veruliga er um eitt stórt oljufund. Sosialurin kann í dag sum fyrsta blað nakrastaðni vísa fyrstu myndirnar frá hesi kollveltandi hending, har Chevron er við at testa brunnin. Tað er ikki óhugsandi, at Rosebankkeldan gongur tvørtur um markið ella at somu jarðfrøðiligu viðurskiftini eru okkara megin markið

Oljuleiting

Jan Múller

jan@sosialurin.fo

 

 

 

Tað kom óvart á manningina á føroyska farmaskipinum Lómi, tá skipið seinnapartin sunnudagin sigldi tætt framvið boripallinum Transocean Rather stutt frá føroyska markinum at síggja eld og royk fara upp úr torninum á pallinum. Tað er nevniliga ongantíð áður í søguni hent, at kolvetni eru staðfest tvs. framleidd í hesum partinum av Atlantsmótinum, so norðaliga og so tætt upp at føroyska markinum. Eitt av heimsins størstu oljufeløgum, Chevron, sum er sera virkið á leiðunum millum Føroyar og Hetland hevur í skjótt eitt ár staðið fyri eini sera spennandi boriverkætlan, og sum nú eftir øllum at døma sær út til at hava eydnast.

 

Lómur uppdagaði testing

Skiparin á Lómi, Amaliar Haraldsen var sjálvur á brúnni, tá teir komu tætt framvið hesum kenda boripallinum, har oljuveitingarskipið Bourbon Dolpin herfyri sakk. –Eg havi roynt at fylgt við í skrivingini í serstakliga Sosialinum, hvat hendir á oljuøkinum, og tað var tí hugaligt og forkunnugt at síggja eld og royk fara upp í luftina frá einum boripalli so norðaliga og so tætt við føroyska markið. Vit eru jú vanir at sigla framvið slíkum pallum í Norðsjónum, men har eru tað kend oljuøki, har framleiðsla av olju og gassi hevur verið leingi sigur Amaliar, sum ikki kann krógva, at hann er fegnast um, at oljan nú loksins nærkast markinum.

 

Teistin fyri 15 árum síðani

Tað var annars í 1992, at táverandi farma- og ferðamannaskipið Teistin á siglingarleið síni millum Føroyar og Aberdeen kom fram á boripall vestan fyri Hetland, har gasslogin stóð upp í loft. Tað var fyrsta livandi tekin um, at olja varð funnin í einum nýggjum øki so nær við Føroyar. Seinni skuldi tað vísa seg, at júst eldlogin har stavaði frá tí komandi fyrstu framleiðandi oljukelduni á Atlantsmótinum, nevniliga Foinaven.

 

Boripallurin, sum Lómur sigldi framvið sunnudagin, liggur væl norðari enn olja og gass eru staðfest fyrr, og í einum øki, har basalt fjalir møguligar oljukeldur. Fyri oljuheimin er hetta ein sensatión og eins stór sum tann tíðliga í 90-unum, tá olja varð funnin í Foinavenøkinum vestan fyri Hetland. Fyri Føroyar kann hetta vera sjálvur lykilin til at lata upp fyri higartil fjaldum olju- og gasskeldum í undirgrundini.

 

At gass verður brent av á einum boripalli bendir á, at Chevron her er í ferð við at testa ella royndarframleiða olju í eini keldu í undirgrundini. Chevron boðaði annars í 2004 frá, at tað hevði gjørt eitt ”significant”, týðandi fund á Rosebank/Locknagar leiðini skamt frá føroyska markinum, og at tað fór at bora metingar- og avmarkingarbrunnar. Og í 2006 fór felagið saman við Statoil, OMV og DONG undir eina sera umfatandi boriætlan nettupp á hesum øki. Tað er fyribils úrslitið av hesi boriætlan vit nú eru vitni til. Eftir at fyrsti brunnurin varð boraður vísti tað seg, at úrslitið varð positivt. Nú hevur so næsti brunnurin verið boraður í eina tíð, og vit mugu meta, at hesin brunnurin hevur verið so mikið væleydnaður, at Chevron og tess partnarar hava hildið tað vera rætt longu nú at testa brunnin tvs. at framleiða nakað av kolvetni fyri at vita, um her veruliga er talan um eina stóra oljukeldu.

 

Stóra ávirkan

Rúni Hansen, stjóri í Statoil hevur fyrr úttalað seg um Rosebankkelduna. Tá Brugdubrunnurin á landgrunninum vísti seg at vera turrur segði hann, at nú kundu metingarbrunnar á Rosebankleiðini hinumegin markið vera teir, sum fóru at avgera framtíðar lagnuna við oljuleiting við Føroyar.

 

Tað er greitt, at oljukelda so tætt upp at markinum, kann fáa stóra ávirkan at komandi leiting á føroyska landgrunninum. Somu feløg, sum standa fyri Rosebankkelduni, fingu í 2. útbjóðing lutað økini føroysku megin markið. Tað er ikki óhugsandi, at løgini bretsku megin markið halda fram inn á føroyskt øki. So tað kann hugsast at vera samanhangur millum oljuna í Rosebankkelduni og so møguligar oljuleiðir hesumegin. Chevron hevur fyrr boðað frá, at tað fór helst at bora í føroyskum øki tætt upp á Rosebank í 2008 ella 2009. Tað verður so heldur ikki útilokað, at Rosebankkeldan heldur fram inn á føroyskt øki.

 

 

Faktaboks

 

Tíðindaskrivið frá Chevron í desember 2004 um Rosebank/Lochnagar fundið:

 

"ChevronTexaco Corporation today announced that its United Kingdom subsidiary has made a significant oil and gas discovery at its offshore Rosebank/Lochnagar well (213/27-1Z) in the Faroe-Shetland Channel.

The well, located in 1,100m of water and completed on August 30th 2004, encountered two oil and gas accumulations for a total net pay of 52 meters with oil quality ranging from 27-36 degrees API. Non-associated gas was also encountered in the shallower reservoir. The well, which was not tested, has been plugged and abandoned at a total depth of 3,607 meters. Further drilling will be carried out to fully appraise the find."