Fylkistingið í Troms í Norðurnoregi krevur, at oljan, sum kemur upp úr havbotninum á Goliat-leiðini, skal upp á land, og at alt virksemið verður stýrt av landi í Norðurnoregi. Tað skrivar Nordlys. Goliat-leiðin er tann fyrsta oljuleiðin í Barentshavinum, sum verður bygd út. Fylkistingið sigur, at lokalir undirveitarar eiga at fáa somu møguleikar sum undirveitarar aðrastaðni í landinum, so norðurnorska vinnulívið fær høvi til at taka lut í útbyggingini.









