Oljan og fullveldið

EFTIR samráðingarnar er komið fram, at bæði Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eru fyri at útseta tað teir kalla ígildiskomanina av einum sáttmála millum Danmark og Føroyar. Hvat liggur í hesum kundi verið áhugavert at vita meira um. Gitt kann sjálvandi verða um eitt og annað. Sjálvandi kann ein orsøk vera, at hesir flokkar hava fingið kaldar føtur og ikki longur eru hugaðir at tvinga seg sjálvar til at fylgja linju Tjóðveldisfloksins um eina skjóta tilgongd í hesum máli.Men kann eisini annað liggja aftan fyri sum t.d. oljukortið, sum samráðingarnevnd okkara spældi út ella bara minti danir á undir samráðingunum?

ALLIR fjølmiðlarnir her heima og eisini nógvir í Danmark hava gjørt nógv burtur úr samráðingunum í Keypmannahavn í vikuni. Meðan okkara heimligu miðlar bera tíðindi frá okkara samráðingarfólkum um góðar og konstruktivar samráðingar, har danska stjórnin hevur víst seg at ganga mongum av ynskjum okkara á møti, so er tónin ein annar í donsku miðlunum. Har verður næstan øvugt víst á, at harða danska linjan heldur fram, og at føroyska samráðingarnevndin fekk lítið og einki burtur úr. Eitt er sjálvandi, hvussu samráðingarfólkini sjálvi útleggja úrslitið, eitt annað er, hvussu miðlarnir og viðmerkjarar gera tað. Tí verður eisini áhugavert at hoyra tær viðmerkingar, sum koma aftrat.


EIN spurningur, sum ikki hevur verið nógv umrøddur, men sum er vorðin nevndur í bløðunum og eisini á sjálvum tíðindafundinum er tann leiklutur, sum møguligar framtíðar oljuinntøkur kunnu ella skulu hava í samráðingunum og í framtíðar viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark. Tað ljóðar, at føroyingar hava nevnt møguleikan fyri at gera oljuinntøkur til part av eini samráðingarloysn. Nyrup staðfesti á tíðinafundinum, at oljan hevði verið uppi og vent undir samráðingunum. Hvat tað so enn merkir.


EFTIR samráðingarnar er komið fram, at bæði Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin eru fyri at útseta tað teir kalla ígildiskomanina av einum sáttmála millum Danmark og Føroyar. Hvat liggur í hesum kundi verið áhugavert at vita meira um. Gitt kann sjálvandi verða um eitt og annað. Sjálvandi kann ein orsøk vera, at hesir flokkar hava fingið kaldar føtur og ikki longur eru hugaðir at tvinga seg sjálvar til at fylgja linju Tjóðveldisfloksins um eina skjóta tilgongd í hesum máli.


MEN kann eisini annað liggja aftan fyri sum t.d. oljukortið, sum samráðingarnevnd okkara spældi út ella bara minti danir á undir samráðingunum? Formaður Tjóðveldisfloksins hevur fleiri ferðir sagt, at møguligar komandi oljuinntøkur skulu ikki tengjast saman við fullveldisætlanini. Men nú tá føroyska nevndin hevur fingið greitt at vita frá dønum, at skiftistíðin verður ikki fleiri enn tey umrøddu 4-5 árini, so kann sjálvandi hugsast, at sami Tjóðveldisformaður er farin at hugsa um ?oljukortið? og harvið er gingin við til at minka eitt sindur um fullveldisferðina. Tí soleingi vit ikki vita, um olja finst ella ikki, so kann hetta ?trumfkort? ikki brúkast í praksis, hóast tað í dag er góður tónleikur í hugaheiminum. Landsstýrið er sjálvandi vitandi um og roynir at rudda slóð fyri, at oljufeløg kunnu seta hol á landgrunnin longu í næsta ár. Tvs. umleið eitt hálvt ár, áðrenn løgtingsval verður aftur. So eitt tankaeksperiment kundi verið hetta, at landsstýrið hevur einki ímóti at leggja fullveldismálið á ís til møgulig olja spríkir upp úr undirgrundini. Men tað hevur brúk fyri, at hetta hendir áðrenn valið í mai 2002.


Í HESUM sambandi er eisini vert at taka í aftur tað, sum fyrrverandi formaðurin í donsku ráðleggingarnevndini viðv. Føroyum, Skakk-Nielsen segði við Sosialin í fjør. Høvuðsboðsskapur hansara var tann, at lykilin til føroyskt fullveldi ella sjálvstýri uttan danskan blokk vóru komandi oljuinntøkur. Uttan tær og við eini stuttari skiftistíð fyri avtøku av blokki metti hesin danski búskaparfrøðingurin, at fullveldisætlanin hjá landsstýrinum ongan sum helst møguleika hevði. Tað er helst hetta, sum landsstýrið og ikki minst formaður Tjóðveldisfloksins tigandi hevur sannað. Nú er at bíða eftir oljuni. Tað merkir so aftur, at tað bara er ein spurningur um tíð, nær landsstýrið fær rætta høvið at leggja eina nóg trygga ætlan til fólkaatkvøðu. Men tað er eisini ein spurningur um at renna kapp við tíðina. Tí oljuleitingin byrjar á heysti ár 2001, og vit skulu hava val á vári 2002. Spurningurin er so, um ikki danir við at lata okkum fulla rættin til undirgrundina, eisini góvu okkum besta trumfkortið til sjálvstýri ella fullveldi. Onkur hevur so ivast í, um vit løgfrøðiliga eiga henda rætt. Um ikki, so er greitt, at danir eiga at týðandi kort í hondini, vilja teir partú varðveita Føroyar sum ein part av ríkinum. Time will show.