Prístal
Tað eru lækkandi prísirnir á brennievni, sum hava størstu ávirkanina á fallið í prístalinum, skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari.
Prísurin á brenniolju til húsarhald er farin 25,8 prosent niður, og prísirnir á brennievni til bilar 19,3 prosent. Prísirnir á ferðing uttanlands eru lækkaðir 6,7 prosent og klædnaprísirnir 2,1 prosent.
Tað hava eisini verið príshækkingar seinasta ársfjórðingin. Rentan á íbúðalánum er hækkað 5,6 prosent, og prísirnir á tryggingum og fíggjartænastum eru uppfarnir ávikavist 9,3 og 8,7 prosent.
Prísirnir á mati og drekka eru hækkaðir 4,5 prosent og hava størstu ávirkanina á árliga prísvøksturin. Prísirnir á rúsdrekka og tubbaki eru farnir 8,7 prosent upp.
Frá fyrsta ársfjórðingi 2009 er nýtt vektargrundarlag tikið í nýtslu til útrokning av brúkaraprístalinum. Nýggja vektargrundarlagið er grundað á nýtslumynstrið hjá húsarhaldunum í 2007.