Uppruddingin á Skálafjørðinum og í Tangafirði heldur áfram, men veðrið tarnar eisini arbeiðinum. Nú er oljan komin langt norður í Sundalagið og langt inn á Skálafjørðin. Uppruddingararbeiðið inni á Skálafjørðinum og yvir staðnum, har Olshana liggur, heldur fram. Ætlanirnar um at leggja havgangandi oljuverjur út, eru útsettar, tí bíðað verður eftir líkindum.
Tilbúgvingarstovnurin sigur, at oljan hevur flutt seg longur norður í Sundalagið og longur inn á Skálafjørðin nú.
Nógv olja er at síggja fram við landi frá Raktanga og norður til brúnna við Streymin. Eisini er nógv olja at síggja í Skálafjørðinum frá Nesi og norður til Skipanes.
Olja sæst eisini á sjónum í Tangafirði. Avgjørt er at raðfesta upprudding av olju, ið kemur inn á fjøruna, sigur Tilbúgvingarstovnurin´.










