Danski ríkiskassin fekk 31 mia. krónur burtur úr oljuni í Norðsjónum í fjør. Tann góði prísurin á olju og gassi kemur danska ríkiskassanum væl við.
Uppgerðin fyri árið í fjør vísir, at ríkiskassin fekk 31 mia. krónur í skatti og avgjøldum av oljuni í Norðsjónum í 2006.
Tað eru sjey mia. krónur meiri enn í 2005, sjálvt um gassframleiðslan í fjør var níggju prosent minni enn árið fyri.