Oljan gav næstan hálva milliard

Grønlendski búskapurin fekk knappliga eina hálva milliard krónur burtur úr oljuleitingini í fjør. Ein fyribilsuppgerð, sum landsstýrið hevur gjørt, vísir, at tann samfelagsbúskaparligi vinningurin av oljuleitingini var umleið 425 milliónir krónur. Tað sigur kringvarpið KNR.

Talið umfatar skattainntøkur og virðið á vørum og tænastum, sum oljuvinnan hevur keypt frá grønlendskum fyritøkum.

Grønlendska landsstýrið hevur sett sær sum mál, at støðugt fleiri grønlendingar skulu arbeiða í oljuvinnuni, og at støðugt fleiri grønlendskar fyritøkur skulu selja oljuvinnuni tænastur.