Í gjár helt Føroya Skipara-og Navigatørfelag ársaðalfund á Hilton í Havn.
- Her var sera góð uppmøting, og stívliga 70 limir møttu, sum er av tí allar mesta.
Eftir at formaður felagsins, Annfinnur Garðalíð, hevði greitt frá virkseminum hjá felagnum í árinum, var høvi hjá limum at seta spurningar.
- Fleiri spurningar vórðu settir um sáttmálasamráðingarnar viðvíkjandi heimaflotanum, serliga um oljuna, sum loyvdur frádráttur av óbýttum.
Felagið ásannar, at oljan er ein tungur postur í rakstrinum hjá skipunum.
- Spurningar vórðu eisini settir um sjómannafrádráttin, sum er minkaður frá 14% av 470.000 krónum niður í 300.000 krónur.
Á aðalfundinum var eisini nevndarval. Í ár stóðu fimm nevndarlimir fyri vali, og sjey mans bjóðaðu seg fram.
- Kristen Friis valdi ikki at taka við afturvali. Alfred Jacobsen varð nývaldur. Hann starvast sum havnarumsjónarmaður í Tórshavnar Havn og er útbúgvin skipsførari.
Beint eftir aðalfundin skipaði nevndin seg. Annfinnur Garðalíð varð einmælt valdur til formann, og Elias Zachariasen varð einmælt valdur til næstformann.
Í nevndini í Føroya Skipara-og Navigatørfelag sita:
Annfinnur Garðalíð, formaður, Elias Zachariasen, næstformaður, Alfred Jacobsen, Kristian Oskar Henriksen, Martin Mohr í Grund, Finnbogi Berg, Jørgen Nielsen, Jákup Gøthe, Annfinn Fagraklett, Jónfinn L. Poulsen og Arnfinn Hansen.