Tað heldur í hvussu er venesuelski forsetin, Hugo Chávez Forsetin í Venesuela, Hugo Chávez, heldur, at 100 dollarar er ein rímiligur prísur fyri eina tunnu av ráolju, og OPEC-londini fara í hvussu er at royna at forða fyri, at prísurin fer niður um tað, sigur hann.
-Vit fara at gera tað, sum er neyðugt fyri at varðveita oljuprísin, segði forsetin í einari sjónvarpsrøðu í dag.
Sum limur í OPEC hevur Venesuela ofta roynt at eggja hinum londunum til at varðveita ein høgan oljuprís. Landið hevur eisini fleiri ferðir skotið upp at skerja útboðið á heimsmarknaðinum fyri at halda prísinum uppi, skrivar NTB.








