FERÐAVINNA
Skamt frá einum av størstu hotellunum í Esbjerg húsast Ferðamannastovan í einum gomlum, hugnaligum bygn-ingi.
Inni á skrivstovuni situr Lise Retbøll, ferðavinnu-leið-ari í Esbjerg Kommunu, og greiðir frá teimum ógvus-ligu broytingunum, oljuvinnan hevur havt fyri ferðavinnuna í býnum, hesi meir enn 30 árini, hon hevur starvast í yrkinum.
Lise Retbøll hyggur út gjøgnum vindeyga og peik-ar yvir á stóra hotellið, har ymsar umbyggingar eru í gerð.
– Um nakrar dagar letur hotellið har yvri upp aftur við munandi fleiri kømrum og betri umstøðum. Slíkar umbyggingar eru eitt typ-iskt dømi um, hvussu olju-vinnan ávirkar ferðavinnuna í býnum, sigur Lise Retbøll og leggur afturat, at hvørja ferð fleiri kømur verða tøk í býnum, ger tað arbeiðið hjá teimum á ferðamanna-stov-uni eitt lítið sindur lættari.
Støðið hækkað
Stóri eftirspurningurin eftir gisting til fólk í frálanda-vinnuni setur í stóran mun dám á arbeiðsdagin á Ferða-mannastovuni í Esbjerg. Ein nýggj kanning vísir, at í 2006 høvdu 48.466 gist-ingar í býnum tilknýti til oljuvinnuna. Næst eftir Keypmannahavn er Esbjerg nú tann býurin í Danmark, ið hevur flest bíleggingar av hotelkømrum.
– Oljufyritøkurnar ringja mest sum hvønn dag og sóknast eftir innivist til síni fólk, sum starvast á bori-pallum ella í býnum í longri ella styttri tíðarskeið. Summi hava mest brúk fyri einum hoetllkamarið, með-an onnur ynskja eitt frí-tíðarhús, sum restin av familjuni eisini kann húsast í, greiðir Lise Retbøll frá.
Meðan oljuvinnan veru-liga hevur sett ferð á virk-semið hjá gistingarhúsunum í býnum, fegnast leiðarin á Ferðamannastovuni serliga um, at hetta eisini hevur havt stóra ávirkan á støðið á gistingartilboðunum.
– Oljuvinnan hevur heilt vist verið við til at hækka støðið munandi. Fólk í frá-landavinnuni krevja ikki endiliga fimm-stjørnað hotell, men tey vilja hava góð kømur, sum nøkta allan modernaðan tørv. Tí finnast tað at kalla ongin gomul hotell í býnum longur, tí tey eru øll umvæld seinnu árini, so tey standa mát við nýggju hotellini, sigur Lise Retbøll.
Eisini ráðstevnur fyri fólk í oljuvinnuni standa ovar-liga á uppgávulistanum hjá Ferðamannastovuni í Es--bjerg. Eisini tí hesar oftast skulu samskipast við gist-ingarmøguleikarnar í bý--num. Í byrjanini, tá olju-vinnan gjørdi sína innrás í býnum, var tað ofta eitt stórt puslispæl at fáa slík tiltøk at ganga upp í eina hægri eind, minnist Lise Retbøll, men so er ikki longur.
– Nei, slíkir fyrispurning-ar fáa okkum ikki upp at pipra longur, tí vit kunnu lættliga útvega høli til eina ráð-stevnu fyri fleiri enn 1000 luttakararum. Eisini høli við útgerð til simultan-tulking, tí luttakararanir á oljuráðstevnunum koma oftast úr øllum heiminum, minnir hon á.
Skump til mentanina
Men fólk í frálandavinnuni hava eisini frí av og á, og tá vilja tey sleppa út at uppliva býin. Eisini her traðka ferða--vinnuleiðarin og henn-ara fólk fegin til, tí ongantíð áður hava mentanartilboðini í býnum verið so mong og so fjølbroytt, sigur Lise Retbøll, og minnist aftur á byrjanina av 80’unum, tá oljuvinnan av álvara gjørdi sína innrás í býnum.
– Vit vistu, at hetta fór at hava eina ógvusliga ávirkan, men júst hvørja, dugdu vit illa at ímynda okkum. Í fyrsta umfari ráddi tað bara um at fáa hýst øllum hesum fólkunum, so spurningurin var: Hvat gera vit nú? Eitt uppskot var, at skipa smærri býlingar uttanfyri Esbjerg, har fólk í oljuvinnuni kundu húsast, men tíbetur varð tað av ongum, sigur Lise Ret-bøll, sum helt tað vera mest nátúrligt at sjóða alt hetta nýggja saman við lívið í býnum annars.
Í dag er ferðvinnuleiðarin sannførd um, at oljuvinnan eigur ein stóran lut í blóm-andi mentanarlívinum í bý--num. Meðan oljuvinnana hevur økt um krøvini til mentanartilboðini, hevur hon samstundis verið við til at menna hesi tilboð, við at gera stórar íløgur í ment-anarlívið.
– Úrslitið er, at í dag hava vit øll, bæði vit, sum búgva her fast, fólk í oljuvinnuni og ferða-fólk stóra gleði av einum mentanarútboði, ið er so fjøltáttað, at ein so ungur býur á hesi støddini als ikki kann taka tað sum eina sjálv-fylgju, sigur Lise Retbøll.
Hon er ikki sørt, errin tá hon nevnir stóra Musik-húsið, ið er bygt av ongum minni enn heimskenda arkitektinum Jørn Utzon, ið sum kunnugt lat heimskenda Operahúsið í Sydney byggja. Musik-húsið í Es--bjerg hevur í dag á leið 350.000 vitjandi um árið.
Sonevnda Tobakken er ein annar av mentanarligu stoltleikunum í býnum. Hetta er ein gomul tubbakks--fabrik, ið er um--væld og nú er serliga kend sum eitt tað besta spæli-staðið í Danmark við fleiri enn 200 tiltøkum um árið.
Oljuvinnan sum ferðamál
Meðan nógva starvsfólkið í oljuvinnuni hevur økt um tørvin á tilboðum í Esbjerg, er oljuvinnan sjálv vorðin eitt vælumtókt ferðamál seinnu árini. Fyri tey flestu er olju- og frálandavinnan ein heldur ókendur heimur, og alsamt fleiri ferðafólk vilja fegin vita, hvussu alt hetta sær út í veruleikanum. Av trygdarorsøkum kunnu vanlig fólk ikki ferðast frítt á havnalagnum í Esbjerg, og tí skipar Ferða-manna-stovan javnan fyri útferðum, har nógva virksemið í frá-landavinnuni kann síggj-ast bæði frá sjógvi og landi.
Á túrunum eydnast tað ofta at síggja stórar bori-pallar verða sleipaðar inn til umvælingar, og tað kann vera ein sera stórsligin upp-living, um tú hevur áhuga fyri slíkum. Annars gongur túrurin fram við stóru olju-basunum hjá Mærsk Olie og Gas, Danbor og A.P Møller. Eisini verur farið fram við Esbjerg Dock Services og Esbjerg Oilfield Services, meðan greitt verður frá teirra virksemi at veita útgerð og tænastur til olju- og gasfeltini í Norð-sjónum.
Hóast Lise Retbøll fegn-ast um nógva virksemið á havnalagnum í Esbjerg, við-gongur hon, at tað er nakað, hon saknar.
– Eg sakni gomlu fiski-vinnuna, sum eg minnist, frá tí eg var ung. Hon setti sín heilt serliga dám á býin, sum tað illa ber til at endur-skapa. Tað er ikki tí, eg havi nakað ímóti oljuvinnuni. Eg vildi bara ynskt, at vit høvdu bæði, sigur Lise Retbøll og hyggur yvir á hotellið, sum ger klárt til enn fleiri fólk frá olju-vinn-uni.
------------------
FAKTA
Í 2006 høvdu 48.466 gistingar í Esbjerg tilknýti til oljuvinnuna.
Hetta svarar til ein umsetning á góðar 87 milliónir krónir og 160 ársverk.
Til samans høvdu 96.932 gistingar í Esbjerg í 2006 tilknýti til vinnulívið.
Av hesum komu sostatt meir enn helmingurin av bíleggingunum frá oljuvinnuni.
Kelda: Danish Offshore Industry, august 2007