Oljan aftur á dagsskránna

Eftir ein steðg í oljuleiting og oljuvónum verður nú aftur varpað ljós á
undirgrundina á landgrunninum, báðumegin markið. Risastóra oljufelagið
ChevronTexaco fer fyrst í apríl mánað undir eina rættiliga avgerandi boring
, skamt frá markinum. Og longu tveir mánaðir eftir tað, beint í
kjalarvørrinum á hesi boringini, fer so ein annar oljurisi í aljóða
oljuhøpi, Agip í gongd. Talan er um eina boring í føroyskum øki og eina í
bretskum. Men fyri føroyingar og feløgini, sum leita eftir olju á okkara
landgrunni hevur boringin í bretskum øki sera stóran týdning. Tí øll boring
á Atlantsmótinum báðumegin markið er við til at geva nýggja vitan til alt
økið og skal harvið betra um møguleikarnar at raka við oljukeldur í
undirgrundini.

Texaco, nú ChevronTexaco er ein gamal kenningur í Føroyum. Felagið var
millum fyrstu oljufeløgini, sum tíðliga í 90-unum fóru at vísa okkara
landgrunni ans. Tað var við í boringini í Lopra og í flestu av kanningunum
her. Felagið var eisini eitt tað fyrsta til at seta seg niður í Føroyum. Tað
skuldi so ikki eydnast felagnum at fáa leitiloyvi í 2000 og varð endin
eisini tann,.at Texaco tók seg úr tí føroyska økinum. Men trúgvin uppá
Atlantsmótið var kortini so stór, at felagið ikki gav skarvin yvir. Tað
satsaðI alt uppá at fáa tey bestu loyvini í 19. Útbjóðingarumfarinum í
bretskum øki og fekk tey, so gott sum.

Hóast bert tvær oljukeldur framleiða á Atlantsmótinum millum Føroyar og
Bretland eftir nærum 170 boringar, so hava fleiri av stóru oljufeløgunum
ikki minst vónina til hetta stóra økið. Og tað er so komandi boringin hjá
ChevronTexaco eitt gott dømi um. Borað verður longu í apríl og liggur
boristaðIð miullum føroyska markið og verandi framleiðandi oljufeltini á
bretskum øki, Foinaven og Schiehallion. Ikki so langt frá, inni á okkara
egna landgrunni, er Agip farið at leggja síðstu hond á fyrireikingarnar til
sína fyrstu boring her. Eisini Agip hevur verið virkið í økinum leingi og nú
skal tað so til at vísa umverðini, um tað hevur gjørt sítt heimaarbeiðI
betri enn onnur oljufeløg ella tað verður hepnari enn tey, sum hava roynt og
einki ella ov lítið funnið.

Stórur áhugi og spenningur var í Føroyum , tá oljufeløgini fóru undir sínar
fyrstu boringar. Helst vóru vónirnar ov stórar, tí hagtølini vísa, at tað
skulu borast nógvir brunnar, áðrenn tú rakar í blett. Nú ChevronTexaco og
Agip fara at bora hvør sínu megin markið og stutt frá verandi
oljuframleiðandi keldum eigur tað so avgjørt at hava okkara stóra áhuga. Tí
vil væl til og hava feløgini lúrt hini oljufeløgini, sum ikki raktu í blett,
av og betri vita, hvar tey skulu seta borin í, so kann tað henda, at Føroyar
innan nakrar fáar mánaðir eru vorðin oljutjóð ella eru komnar nógv nærri
hesum máli.

Eitt oljufund í bretskum øki hevur so sanniliga eisini stóran týdning fyri
okkum. Tað kann fáa oljufeløg, sum ikki eru virkin her í dag, at vísa eini
komandi 2. Umfari á landgrunninum ans. Tað fer at kveitkja nýtt lív í
vónirnar, sum hóast nógvar turrar brunnar, kortini ikki eru deyðar. Ein og
leitað varð vestan fyri Hetland í nærum 20 ár, áðrenn fyrsta oljan sprændi,
á sama hátt eiga vit at vísa tol, tó at vitanin og tøknin í dag er nógv
betri enn fyrr, og tí hava vit alla orsøk til at halda, at eydnan fer at
vera við okkum og feløgunum her arbeiða nógv skjótasri enn royndirnar
hinumegin markið.

Nú seta vit øll vónirnar til ChevronTexaco og Agip.