Høgni Hoydal, formaður
Tjóðveldisfloksins
Oljupolitikkur er yvirhøvur ein óveltur teigur í tí føroyska politiska bønum.
Higartil hevur gongdin ligið í sera góðum hondum hjá fyrst eini dugnaligari oljuráðleggingarnevnd og síðani eini framúr góðari oljufyrisiting. Hetta er eitt prógv um, at har vit taka ábyrgd og stýrisvølin sjálvi, vaksa vit og klára okkum framúr væl á egnum beinum.
Men higartil hevur hetta við oljuni eisini verið óveruligt fyri flestu føroyingar. Nú byrjar tað veruliga at lukta av pengum og virksemi. Og nú koma teir beinhørðu politisku og vinnuligu dystirnir: Lokalpolitikkur, seráhugamál, politiskt og vinnuligt sjálvsøkni. Og tað, at politikarar kappast um, hvør hevur patent uppá at verða tann einasti rætti jólamaðurin, ið vil býta út til sínar veljarar.
Ábyrgdar- loysi spøkir
Vit hava longu sæð tað undir viðgerðini av útbjóðingarlógini í tinginum, har uppskot varð lagt fram frá politiskum flokki, ið ikki hevði sum endamál tildømis at fáa oljuútgerðarhavn í Suðuroynni. Nei, endamálið var hinvegin at leita eftir ósemjum og fáa uppskotið felt, so flokkurin kundi spæla sjónleikin sum einsamallur jólamaður mótvegis suðuroyingum frameftir.
Tað er slíkur ábyrgdarleysur politikkur, sum er størsta ræðumyndin fyri framtíðina: At møguligar oljuinntøkur gerast bert sum ein nýggjur blokkstuðul, sum politisku flokkarnir í Føroyum skulu kappast um at býta út til síni seráhugamál.
Alment oljufelag
Politiskar ósemjur hava eisini tikið seg upp viðvíkjandi optión og luttøku til eitt alment, føroyskt oljufelag.
Tjóðveldisflokkurin heldur, at tað kann gerast neyðugt at hava eitt alment oljufelag til tess at byggja upp neyðuga vitan og førleika á økinum, um verulig oljuvinna fer at spyrjast burturúr. Tað ber til at krevja hetta í møguligum seinni útbjóðingarumførum.
Men í løtuni ræður fyrst og fremst um, at hava greiðar linjur millum alment og privat, so vit fáa eina neyva almenna stýring av oljuvirkseminum og tryggja flest møguligar inntøkur til landið.
Optión til eitt alment oljufelag nú, hevði havt ta øvugtu avleiðingina. Vit høvdu ikki kunnað sett somu krøv til skatting og framleiðslugjøld til landskassan og høvdu harvið fingið minni pening til føroysku tjóðina.
Vit høvdu fingið eina samanvevjing millum alment og privat. Tað almenna oljufelagið hevði verið beinleiðis uppí í samtøkum við tey stóru altjóða, privatu oljufeløgini. Eitt alment oljufelag hevði tískil fingið stóra ávirkan á oljupolitikkin, men samstundis skuldi tað røkt síni sambond við privat feløg. Tað hevði verið minni gjøgnumskygt, og oljumálastýrið hevði komið í tvístøðu mótvegis einum almennum oljufelag.
Harvið kundi eitt alment oljufelag nú merkt, at almenna stýringin gjørdist ógreiðari og vánaligari.
Vit skulu dubba okkum
Ongin olja er funnin og vit skulu ikki seta okkara framtíðarvónir til oljuna. Vit skulu handla eins og ongin olja er, men fyrireika og dubba okkum eins og nógv olja er.
Fyrireikingin á tí tekniska, tí løgfrøðisliga og á skattaøkinum er væl úr hondum greidd, men nú er neyðugt at hava ein greiðan oljupolitikk, ið leggur dent á øll tey viðurskifti, sum óbeinleiðis verða ávirkað, um olja verður funnin og framleidd.
Vit skulu nú fyrst og fremst dubba okkum mentanarliga, sosialt og politiskt til at megna avbjóðingina at gera møguliga oljuvinnu til eitt amboð í føroyskari tjóðarbygging. Vandin er, at vit blint trúgva, at olja kann gerast eitt vælsignilsi í sjálvum sær ? og tá kann hon skjótt gerast ræðuleiki.
Vandarnir og ræðumyndirnar
Vandarnir í eini møguligari oljuvinnu eru sjónskir:
? Sosialt kann oljuvinna skapa ovurstóran klassamun millum vinnubólkarnar.
?Økismenningarliga kann enn størri klassamunur eisini skapast millum tey ymsu plássini í landinum, har útjaðarin longu í dag er raktur av fráflyting og lítlum, nýggjum virksemi.
? Á arbeiðsmarknaðinum kann oljuvinna skjótt draga alt útbúgvið fólk at sær, meðan aðrar vinnugreinar verða fyri láglønt og óútbúgvið fólk.
? Vinnulívspolitiskt kann oljuvinna draga alt verandi og nýtt tænastuvirksemi at sær, so aðrar vinnur verða afturúrsigldar.
? Búskaparliga kunnu oljupengar yvirhita búskapin og spreingja kostnaðarstøðið bæði fyri tænastur, vørur og húsamarknað. Ojuinntøkur eru undir øllum umstøðum bert avmarkaðar og ótryggar ? og tær mugu ikki gerast ein útskiftari fyri blokkstuðulin og harvið ein nýggjur koddi at sova á og berjast við.
? Mentanarliga er tað ein ovurstór avbjóðing at fáa nýggjar vinnuhættir, nógva útlendska arbeiðsmegi og nýggjar siðir inn í føroyska samfelagið. Hetta setir krøv til okkara skúlar, okkara mál og okkara mentanarlív sum heild.
? Umhvørvisliga er oljuvinnan ein vandi í sjálvum sær. Men allir hesir vandar kunnu gerast til møguleikar og menning hjá føroysku tjóðini, um vit reka ein veruligan oljupolitikk.
Tjóðveldisflokkurin hevur tí sítt boð uppá ein greiðan oljupolitikk.










