Í Ný Sælandi hava myndugleikarnir roynt at tetta lekan á farmaskipinum Rema, sum sigldi á ein boða í síðstu viku, og sum hevur likið olju síðani. Men vánaligt veður hevur darvað arbeiðinum, og enn rennur olja úr skipinum.
Rættiliga nógv olja er komin inn á land, og Nick Smith, umhvørvismálaráðharri, sigur við tíðindastovuna AP, at hetta er ein tann ringasta umhvørvisvanlukkan á sjónum í søgu landsins. Mett verður, at meiri enn 350 tons av olju eru runnin út í havið higartil.
Myndugleikar og ymsir felagsskapir fyrireika seg til at hjálpa fugli og øðrum djórum, sum verða dálkað av oljuni, men sagt verður, at nógvur fuglur er longu deyður.
Skiparin á Rema er skuldsettur fyri ósketni.