Olja og fólkatingsval

Í fimmaranum 21. november varð róð uppundir, at úrslitið av boringini hjá Faroes Partnership varð kunngjørt við fólkatingsvalinum í huga. Soleiðis er ikki.

 

Fólkatingsvalið varð útskrivað um sama mundið sum Faroes Partnership gjørdi av at bora eitt sindur djúpari enn upprunaliga ætlað. Møguleikin fyri, at boringin fór at enda um somu tíð sum fólkatingsvalið skuldi haldast, tvs. 20. november, var tí allatíðina til staðar.

Hósdagin 16. november gavst Sovereign Explorer at bora. Tíðindaskrivini um boriúrslit hava verið send út, tá mett verður, at úrslitið er greitt, sjálvt um seinastu uppmátingarnar ikki eru gjørdar. Oljumálastýrið hevur ongan áhuga í at bøla oman á úrslitunum.

Í hesum førinum hildu serfrøðingarnir, at neyðugu uppmátingarnar fóru ikki at verða lidnir fyrr enn í vikuskiftinum, tvs. at boriúrslitini kundu kunngerast mánadagin 19. november ella týsdagin 20. november. Sjálvandi hevði undirritaði í huga, at fólkatingsval var og at tað kundi vera óheppið at kunngera boriúrslitini so tætt at valinum.

Tvístøðan hjá undirritaða varð tó av seinnapartin fríggjadagin 17. november, tí tá skrivaði Sosialurin í leygardagsblaðnum (og seinni sama dag eisini Dimmalætting), at keldur í oljuvinnuni í Aberdeen vildu vera við, at Faroes Partnership hevði rakt við olju og gass í føroysku undirgrundini. Søgan var nú kend, og kundi eg tí ikki avsanna tíðindini, tá sjónvarpið bað um eina viðmerking til Dag og viku fríggjakvøldið 17. november.

Í samráð við løgmann gjørdi undirritaði av at halda tíðindafund mánamorgunin 19. november. Nógvar óvissur eru í sambandi við boringina hjá Faroes Partnership, og undirritaði metti, at tíðindafundurin hóast alt gevur betri møguleikar fyri at greiða frá ivamálum enn eitt stutt tíðindaskriv.

Eingin, sum fylgdi við tíðindafundinum, kann siga, at eg ella míni embætisfólk vóru ovurkát í okkara metingum. Boðskapurin var og er: úrslitið er gott, men nógv skal gerast, áðrenn endaliga fæst at vita, um lønandi framleiðsla spyrst burturúr.

Tað var óheppið, at ognarrætturin til undirgrundina varð tikin fram í valdystinum. Samanblandingin millum sjálva undirgrundina og tey ráevni, ið møguliga goyma seg í henni, hevur hvørja ferð ta avleiðing, at oljufeløg fara at ivast í heimildunum hjá føroyskum myndugleikum at veita loyvi til leiting og framleiðslu av olju og gassi. - Hetta var eisini avleiðingin hesuferð!