Síðani kríggið í Ukraina er prísurin á olju og bensini drønaður uppeftir. Tað gongur valla vika, at ikki oljufeløgini skrúva prísin, sum oftast uppeftir. Prísurin er altíð tann sami hjá báðum oljufeløgunum, men tað er ikki avtalað spæl, tí tað hava oljufeløgini ikki loyvi til. Tí ganga vanliga 12 tímar í millum, at tey tillaga prísin hvør eftir øðrum. Men júst nú er tað eitt undantak, tí nú eru nøkur fá oyru á muni á prísinum hjá báðu oljufeløgunum, og tað hevur tað verið síðani hósdagin.
Men í Grønlandi er støðan øðrvísi. Har er eitt oljufelag, sum landið eigur. Og har skrúva tey ikki upp á prísin í tíð og ótíð, tí hann verður settur fyri eitt ár í senn, sum vit sóu í Degi og Viku í gjár.
Prísurin er eisini nógv bíligari, tí har kostar ein litur av húsarhaldsolju 4 krónur og 55 oyru, og ein litur av bensini kostar 4 krónur og 40 oyru.
Sjálvt um vit trekkja bæði mvg og avgjøld frá prísinum í Føroyum, so hevði prísurin kortini verið dupult so høgur, sum í Grønlandi.
Talvan niðanfyri vísir prísmunin á olju, diesel og bensini í Føroyum og í Grønlandi:
##med2##












