Í gjár staðfestu fólk frá Tórshavnar Sløkkiliði, at olju lak í Havnará. Eftir hava kanna fram við ánni funnu teir út av, at oljulekin var niðan fyri Plantasjuna, har olja lak úr bakkanum.
Oljulukturin var rámur, og nógvar uppringingar komu frá fólki, sum lukaðu olju. Havnará rennur undir heilt frá Sjónleikarhúsinum og oman á Kongabrúnna. Men við Hotel Hafnia er ein tunnil, sum førir kloakkina út í Sersjantavíkina eystan fyri Skansan. Har var lukturin eisini rámur.
Staðfest er ikki enn, hvaðani oljan kemur, men seinnapartin í gjár hildur teir, lekin varð stegðaur, men kommunan arbeiddi víðari við at finna útav, hvaðan lekin kom.