Olja, sum lak úr íslendska farmaskipinum Goðafossi, tá tað fór á land við Oslofjørðin í februar, kann hótta sjófuglin, sum heldur til í tí friðaða økinum Grønningen. Halvard Olsen, sum arbeiðir hjá Lillesund kommunu, sigur við Aftenposten, at myndugleikarnir royna at avmarka skaðan.
Grønningen er einar 30 fjórðingar frá staðnum, har Goðafoss fór á land tann 17. februar. Nakrar dagar seinni varð skipið togað avaftur og haðani til Odense til umvælingar.