Í gjár varð ringt til løgregluna at boða frá, at olja var á vegnum í Hoyvík.
Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at hetta spældi væl av, tí farið varð beinanvegin í holt við at rudda oljuna burtur, so eingin skaði stóðst av hesum.
Sum skilst, var tað ein lastbilur, sum hevði mist nakað av olju á vegin, og sambært vaktleiðaranum boðaði bilførarin sjálvur frá óhappinum.
- Talan var helst um eitt tekniskt brek. Tað kann jú henda, at onkur hydraulikslanga ella slíkt fer, og talan nýtist ikki at vera um vantandi viðlíkahald.
Í morgun visti vaktleiðarin ikki neyvt at siga, hvussu hetta máið verður avgreitt, men heldur, at málið mest líkist einum hendiligum óhappi.