Týsdagin 4. juni verður ein stór oljuráðstevna í Norðurlandahúsinum.
Millum tey, sum taka lut verða Malcolm Webb, stjóri í Oil & GAS UK, og Gro Brækken, stjóri í Norsk Olie og Gas.
Nick Loizou, serfrøðingur fyri økið vestan fyri Hetland. Haraftrat verður Kari Ofstad frá Det Norske Oliedirektorat, sum fer at tosa um leitingina á norska landgrunninum.
Tað verður Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, sum setir oljuráðstevnuna.
Ì ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Jan Müller, stjóra í FOIB, sum undirstrikar, at oljuráðstevnan verður eisini hildin fyri at halda áhugan fyri føroyska leitiøkinum gangandi.