Í morgin kl. 16 letur Olivur við Neyst listamálari upp eina framsýning í Listaglugganum. Við á framsýningini eru málningar og vatnlitsmyndir. Øll verkini eru nýggj, og eru myndevnini eisini nýggj, tó eru einstøk kend ímillum. 18 málningar og 6 vatnlitsmyndir mynda eina framsýning ið hongur væl saman og er gjørv í litavali.
Listagluggin heldur til í Niels Finsengøtu 25 í Havn, og verður framsýningin allan mai mánað.










