Olivur við Neyst í Leikalund

Navnframi listamaðurin Olivur Við Neyst ferð allan november mánað at sýna fram sína list í Leikalund í Klaksvík.

Sjálvur kemur Olivur úr Klaksvík, har hann var føddur í 1953. Hann gekk á listaháskúlanum í Keypmannahavn í árunum 1975 - 1979. Olivur hevur haft eitt ótal av framsýningum bæði í Føroyum og uttanlands, og er sera væl umtóktur sum listamaður.
 
Á framsýningini í Leikalund, sýnir Olivur framm vatnlit og pastellmyndir. Hetta eru skitsur hann hevur arbeitt við úti í náttúruni. Myndaevnini eru norðanfjørðs og úr Finlandi, har hann var í 2001.
 
Framsýningin verður í Leikalund í Klaksvík frá 3. november og mánaðin út. Ferniseringin verður fríggjakvøldið 3. nov. Kl. 19. Leikalund hevur opið til kl. 23 hetta kvøldið.