"Oliver Twist" er ein stór avbjóðing

John Andersen hevur heilar tveir leiklutir í sangleikinum "Oliver Twist"

John Andersen (t.v. á myndini), sum mong kenna frá sendingini "Vespureiðrið", og frá Effo-støðini í Gundadali í Havn fær sína sak fyri, sum sjónleikari ta komandi tíðina.

 

Í sangleikinum "Oliver Twist", sum verður frumframsýndur í Víkinga-húsinum í Norðragøtu, týskvøldið 25. mars hevur John Andersen heilar tveir leiklutir. John er serliga spentur uppá leiklutin, sum brotsmaðurin Bill Sykes, sum er ógvuliga krevjandi.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra samrøðuna, sum var við John Andersen í sendingini, sum var úr Runavík seinnapartin.