Losjan Glotti í Gøtu hevur sett upp leikin Oliver Twist, og spælt fyri fullum húsum á heimabeiti.
Hesa vikuna hava tey sett stórfingna lekin á pall í Norðurlandahúsinum og hava havt 3 útseldar sýningar.
Og í kvøld var síðsta sýning og Oliver endaði við einum braki.
Men hóast stórfingnu móttøkuna av stóru uppsetingini av Oliver, so er talan um síðstu sýning, sigur Eyðun Hansen frá Losjuni í Gøtu.
- Vit hava spælt longi og leikararnir hava annað at gera, sigur Eyðun Hansen frá Losjuni Glotti væl nøgdur.
Ein av leikarunum, fyrrverandi poltikarin Torbjørn Jacobsen, sigur, at stóra endabrakið í kvøld ikki minst er áskoðarunum at takka.