Foreldrini hjá Oliver fingu drongin aftur um sjeytíðina danska tíð. Løgreglan hevur handtikið tveir mans, sum høvdu kravt leysagjald fyri drongin Tað var við eina nágreiniliga fyriskipaðari politiatsókn um nátturðatíð í kvøld, at lítli Oliver Chaanhing varð bjargaður undan fólkarænarum, sum høvdu kravt eina stóra peninganøgd fyri drongin. Í tíðindaskrivi sigur løgreglan, at Oliver eftir umstøðunum hevur tað gott. Hann varð rændur úr hondunum á mammuni seinnapartin í gjár, tá hon heintaði hann úr barnagarðinum í Virum norðanfyri Keypmannahavn.
Tað var miðvíst granskingararbeiði seinasta samdøgrið, sum til endans hevði við sær, at løgreglan handtók tveir mans av kinesiskum uppruna. Fyri at verja drongin og kanningararbeiðið hjá politinum var neyðugt at halda øllum upplýsingum tætt at kroppinum alla tíðina, sigur danska løgreglan sambært donskum miðlum.
Menninir vórðu handtiknir í Hvidovre, og verða grundlógaravhoyrdir í rættinum í Helsingør fríggjadagin. Kortini hevur løgreglan framvegis eitt drúgt kanningararbeiði og fleiri handtøkur fyri framman verður sagt.










