Óli var toppskjútti tá Sävehof vann á oddaliðnum

Sävehof vann ein flottan útisigur á Kristianstad í kvøld

Sävehof gjørdist í kvøld fyrsta liðið hetta kappingarárið at sigra á oddaliðnum í bestu svensku hondbóltsdeildini. Kristianstad.

 

Hetta hendi tá Sävehof á útivølli vann málríkan dyst 37-33 á Kristianstad. Í steðginum var Sävehof á odda 19-17.

 

Óli Mittún gjørdist saman við Sebastian Karlsson, Sebastian Spante og Felix Møller toppskjútti hjá Sävehof við sjey málum.

 

Sävehof er nú nummar tvey í deildini við 26 stigum, bert tvey stig aftanfyri Kristianstad, sum nú er fremst við 28 stigum.

 

Annan jóladag tekur Sävehof móti Ystad á heimavølli í Partille. Seinasta umfarið undan landsliðssteðginum verður 29. desember.